Kanska hesir báðir verða valdir á fólkating í næstum. Myndin er tikin eftir at teir svumu kapp fyri Bláa Kross á Vestaruvág í Havn leygarkvøldið

Kanning: Javnaðarflokkurin vinnur stórsigur

Tað vísir veljarakanning, sum spyr.fo hevur gjørt fyri Kringvarpið.

Kanska hesir báðir verða valdir á fólkating í næstum. Myndin er tikin eftir at teir svumu kapp fyri Bláa Kross á Vestaruvág í Havn leygarkvøldið

Sambært hesi kanning, so fara Javnaðarflokkurin og Sambansflokkurin at endurvinna sessirnar á Fólkatingi. Men tað er Javnaðarflokkurin, sum vinnur stórsigur, meðan Sambandsflokkurin liggur eitt vet framman fyri hinar báðar størru flokkarnar, Fólkaflokkin og Tjóðveldi.

 

Javnaðarflokkurin fær sambært kanningini 33,7 prosent av atkvøðunum. Tað er meira enn triðja hvør atkvøða, sum sambært kanningini fara til Javnaðarflokkin. Á seinasta fólkatingsvali fekk Javnaðarflokkurin 25,6 prosent, og gjørdist nummar tvey eftir Sambandsflokkin, sum tá fekk 28,3 prosent.

 

Hesaferð er tað Sambandsflokkurin, sum verður næststørsti flokkur við 21,8 prosentum. Síðani kemur Fólkaflokkurin við 19,5 og Tjóðveldi við 18,1 prosentum.

 

Kanningin gevur ikki teimum smáu flokkunum stórar møguleikar. Sjálvstýri, sum hevur boðað frá, at flokkurin ikki stillar upp, fær 0 prosent í kanningini. Framsókn fær 4 prosent og Miðflokkurin fær 2,9 prosent.

 

Um vit so til stuttleika rokna løgtingssessir út sambært hesi kanning, so vísir hon eina øðrvísi samanseting, enn hana vit hava á Løgtingi í dag. Tí úrslitið hevði verið hetta:

 

Fólkaflokkurin: 7 tingsessir

 

Sambandsflokkurin: 7 tingsessir

 

Javnaðarflokkurin: 12 tingsessir

 

Sjálvstýrisflokkurin: 0 tingsessir

 

Tjóðveldi: 6 tingsessir

 

Framsókn: 1 tingsess

 

Miðflokkurin: 0 tingsessir

 

Her skulu sjálvandi øll møgulig fyrivarni takast, tí talan er um eina kanning í sambandi við fólkatingsval, har nøkur fólk atkvøða øðrvísi enn til løgtingsval.

 

Kanska hesir báðir verða valdir á fólkating í næstum. Myndin er tikin eftir at teir svumu kapp fyri Bláa Kross á Vestaruvág í Havn leygarkvøldið