Kanning um skúladepilin í Hovi liðug: Illa bygdur og vánaligt eftirlit

- Tann veruliga byggigølan er miðnámsskúlin í Hovi. Skúlin er illa bygdur, og neyðugt er at nýta nógvan eykapening uppá ábøtur av slíkum, ið áttu at verið í lagi frá byrjan. Ein orsøk til hesa byggigøluna kann vera ov vánaligt eftirlit.

Tað stendur í kanningini, sum Majken Johansen, løgfrøðingur, hevur gjørt fyri Løgtingið í sambandi við arbeiðið at byggja skúladepilin í Suðuroy.

- Landsverk hevði uppgávuna eftir teirri nýggju skipanini og hevði biðið Árna Winther um at átaka sær eftirlitið.

Árni Winther hevur í frágreiðing sagt, at tá ið tíð var fráliðin, slapp Árni Winther ikki inn á byggiplássið.

Hetta hevur ongin annar greitt kanningarstjóranum frá.

- Um so er, at eftirliti ikki sleppur inn á plássið, eigur hetta at verða greitt frá á byggifundi og fyri avvarðandi myndugleika. Er atgongd framvegis noktað, so má heitast á fútarættin um at skipa fyri, at sleppast kann inn á byggiplássið, stendur í kanningini.

Viðmerkjast skal eisini, at tá atgongd til plássið verður noktað, so er tað serstakliga tá, at eftirlit skal havast við byggingini, tí hetta bendir á, at alt ikki er, sum tað eigur, stendur í frágreiðingini.

- Vantandi eftirlit er sera atfinningarsamt. Einki bendir á at landsstýrismaðurin tilætla ella av grovum ósketni hevur sett til viks sínar skyldur. Skipað hevur verið fyri eftirliti og góðskutrygging. Spurningur er um atfinning kann vendast ímóti Árna Winther, MT Højgaard, sum eigur at góðskutryggja, og Føroya Landsverk.

- Kanningarstjórin hevur høvi at gera tilmæli um at ?minna á notatskyldu, og at Føroya Løgting skal hava betri grundarlag fyri at fara undir verkætlan, tað vil siga betri grundarlag fyri prís, góðsku og eftirlit, og hetta kann tryggjast við skrivligum tilboðum og uppritum.

Øll kanningin, sum er heilar 85 síður, kann lesast her:

www.logting.fo/files/File/Kanningarstjorar/Kanning-urslit.PDF