– Kanska tað kann gerast øðrvísi

Aftaná heitt orðaskifti í tinginum ásannar løgmaður, at tað kanska er rættast at kanna øll tey, ið koma til landið, fyri COVID-19

Løgmaður avvísir ikki hugskotið at taka korona-royndir av øllum teimum, sum koma til Føroya. 

– Tað kann væl vera, at tað verður úrslitið, tá ið samanum kemur. Mann hevur hugt at testkapaciteti, og vit hyggja at, um tað kann gerast øðrvísi. Tað verður allatíð eftirmett, segði Bárður á Steig Nielsen millum annað á tingsins røðarapalli í áðni.

Mánadagin verða mørkini til Føroya latin upp, og tá sleppa føroyingar at ferðast til og úr Føroyum uttan at vísa eina negativa korona-roynd, sum harafturímóti verður kravt av útlendskum ferðafólki. 

Les eisini: Landsstýrið fylgdi ikki áheitanini frá Pál Weihe

Kjakið hevur verið heitt í tinginum í dag, har meginparturin av løgtingslimunum hevur eftirlýst eina skipan, har øll, sum koma til Føroya, verða kannað við markið.

Stúrt verður fyri, at koronasmittan fer at breiða seg skjótt, tá ferðafólk sleppa til Føroya, uttan at kanning verður tikin av teimum við landamarkið. 

Ein stórur partur av hesum kom fram í orðaskiftinum í fyrstu viðgerð av uppskoti um at geva landsstýrismanninum heimild at avmarka virksemið á skeinkistøðum. Uppskotið fekk sera lítla undirtøku, og tað sær ikki út til at blíva til nakað.

Løgmaður segði, at hann enn tekur enn undir við uppskotinum, og hann segði, at tað, sum liggur á borðinum, er tað, sum er komið frá farsóttarnevndini.

Les eisini: – Eg dugi ikki at síggja poengið í hesum