Kappast í amboðsfimleiki

Fimleikur - Í morgin verður onnur av tilsamans trimum steypa­kappingum í amboðs­fimleiki í Fimi í Havn

Á hvørjum ári eru tríggjar steypa­kappingar í amboðsfimleiki, har kappast verður í einum, tveimum ella trimum amboðum hvørja ferð. Um nýggj amboð koma við, verður sum oftast kappast fyrstu ferð í teimum í einari steypakapping.
Kappingin í morgin, sum verður í Fimi í Havn, er onnur av trimum, og hon koyrir líkasum í tveimum, tí gentur og smádreingir sleppa framat klokkan 11, men høllin er tøk til fyrireikandi venjing longu frá klokkan 9.
Tey eldru, sum eru kvinnur, menn, kvinnuunglingar, mans­ung­lingar og dreingir, byrja at kapp­ast klokkan 15, men sleppa fram at høll­ini tveir tímar áðrenn.
Hjá kvinnum verða amboðini hesa ferð lop og forskotin barr, og hjá monnum eru amboðini gólv, reck og paralell barr.
Tann fyrsta av steypakapp­ing­unum var 22. januar, og tann triðja og seinasta verður 19. februar.