Kappróðurin í Klaksvík er komin afturíaftur

Tríggjar manningar úr Klaksvík vunnu á bygdarstevnuni á Strondum, og tað birtir vónir fyri góðum úrslitum hjá vertunum fyri norðoyarstevnuni

 

Kappróður:


Ársins fyrsti kappróður var sunnudagin. Talan var ikki um FM kappróður, men um bygdarstevnuróður á Strondum. Tað vil siga, at tað skal ikki leggjast meiri í úrslitini av hesum róðrinum, enn at talan var um vinardyst ella venjingarróður, áðrenn tað á norðoyarstevnu í Klaksvík annan leygardag verður álvari.

Men undanfarin ár hevur tað víst seg, at róðurin uttarlaga á vestursíðuni á Skálafjørðinum plagar at vera góð ábending um, hvussu væl manningarnar eru fyri, áðrenn tað verður álvari.

Og skulu vit nýta róðurin í góðum líkindum á Skálafjørðinum sum grundarlag, so kann ikki annað sigast, enn at tað tykist vera álvari í hjá klaksvíkingum. Síðani síðsta róðrarár hevur róðrarfelagið har norðuri fingið tríggjar nýggjar bátar. Manningarnar hava lagt nógv fyri í venjingini, og tað tykist vera grundarlag fyri, at klaksvíkingar hava orsøkir til meiri enn at vóna, at tað fer at hilnast væl í heimasjógvi á norðoyarstevnu.

Nú eru fleiri ár síðani, at nakar bátur úr Klaksvík vann ein kappróður, og tað er sjálvandi væl longri síðani, at tríggjar manningar úr Klaksvík vunnu sama róðrardag. Men soleiðis var tað sunnudagin.

Kvinnurnar umborð á nýggja Páll Fanga, og genturnar umborð á nýggju Fípuni Føgru vóru sannførandi. Í Klaksvík hava tey sett stórt álit á, at áttamannafarið Nevið Reyða skal lyfta mannfólkakappróðurin fram hagar, sum klaksvíkingar ikki hava verið í eini tredivu ár. Og tað hilnaðist óvanliga væl hjá Nevinum Reyða, sum so at siga vant burturúr kappingarneytunum. Argjabáturin var næstfremstur, og Kvívíkingur endaði á triðja plássinum.

At Tjaldrið vann í kappingini ímillum fimmmannaførini við dreingjum, er einki nýtt. Strálan vann kappingina ímillum seksmannafør mannað við monnum. Tað hava teir fleiri ferðir gjørt tey seinastu árini.

Uppaftur minni nýtt er í tí, at Vestmenningur vinnur í kappingini ímillum tíggjumannaførini. Í hesi síðstu kappingini vóru bara tríggir bátar við. Eysturoyingur var klárt nummar tvey, og Skálabáturin, sum als ikki tók lut í kappingini í fjør, var aftastur.

Tað eru tvær vikur til norðoyarstevnuna, og tað kann nógv broytast til ta tíð. Tað skal eisini takast við, at fleiri av bátunum, sum ofta plaga at vera frammarlaga, ikki vóru við á Strondum.


Úrslitini av Strondum

5-mannafør gentur

1 Fípan Fagra 5.09,3

2 Tjaldrið 5.12,05

3 Ørnin 5.22,12

4 Hvassi 5.28,11

5 Havfrúgvin 5.24,11

6 Drekin 5.28,11

7 Blikur 5.30,10

8 Báran 5.46,04

9 Spógvin 5.46,07


6-mannafør kvinnur

1 Páll Fangi 5.03,17

2 Sølmundur 5.07,19

3 Hvessingur 5.16,12


5-mannafør dreingir

1 Tjaldrið 4.50,18

2 Frúgvin 4.56,16

3 Blikur 5.00,01

4 Sílið 5.00,04

5 Fípan Fagra 5.02,11

6 HJavfrúgvin 5.07,13

7 Drekin 5.10,04

8 Báran 5.14,22

9 Erla Kongsdóttir 5.19,05


6-mannafør menn

1 Strálan 7.14,08

2 Hvessingur 7.18,15

3 Sølmundur 7.20,04

4 Lómur 7.25,00

5 Riddarin 7.26,13

6 Snopprikkur 7.29,22

7 Gongurólvur 7.32,22

8 Fortúnan 7.41,10


8-mannafør

1 Nevið Reyða 6.38,20

2 Argjabáturin 6.44,01

3 Kvívíkingur 6.48,13

4 Knørrur 6.51,18

5 Ormurin Langi 6.55,09

6 ØRvur 7.01,11


10-mannafør

1 Vestmenningur 6.47,24

2 Eysturoyingur 6.52,24

3 Skálabáturin 6.54,12