Karensdagalógin avtakast

Lógin frá desember 1992 um avmarking av løn í samband við sjúku verður tikin av innan 1. september í ár. Finnbogi Arge hevur nú lagt uppskot fyri tingið um karensdagalógina og verður 1. viðgerð av tí í morgin

Ólavur í Beiti


Í viðmerkingunum til lógaruppskotið, sigur Finnbogi Arge, at lógin frá desember 1992 ásetti, at løntakarar, sum hava rætt til løn undir sjúku frá arbeiðsgevaranum, missa rættin til løn 2 teir fyrstu sjúkradagarnar.Sambært viðmerkingunum til lógina var orsøkin fyri, at uppskotið í síni tíð varð lagt fram, at landsstýrið ætlaði at minka um lønarútreiðslurnar hjá tí almenna.


5 mió.

Og víðari greiðir landsstýrismaðurin frá, at í sambandi við sáttmálasamráðingarnar í vár varð semja gjørd millum Fíggjarmálastýrið og Starvsmannafelagið. Ein partur av hesi semju bar yvirskriftina ?Avtala um karensdagar?. Av hesi semju framgongur, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum bindur ?seg til at skipa fyri, at lógaruppskot verður lagt fyri Løgtingið um, at karensdagalógin verður tikin av innan 1. september 1999, og verða karensdagarnir reguleraðir frá 1. juli 1999?, og tí verður hetta lógaruppskot lagt fyri Løgtingið.

Viðvíkjandi fíggjarliga kostnaðinum av uppskotinum, sigur landsstýrismaðurin, at tá ið lógin um karensdagarnar í síni tíð varð løgd fyri Løgtingið, metti landsstýrið, sambært viðmerkingunum, at tað fór at spara umleið 5. mió. kr.