Karl Isaksen 75 ár

Í dag, hósdagin 15. desember, verður Karl Isaksen í Klaksvík 75 ár. Allir klaksvíkingar kenna Karl, og í hvussu so er tey tilkomnu kring landið, sum eru áhugað í fótbólti, eiga at komast við gamla KÍ málverjan.

Karl er klaksvíkingur, og hann hevur altíð búð í Klaksvík. Foreldrini vóru Mia og Sámal Jacob Isaksen. Hon varð nevnd Mia hjá Linu og var ættað úr Gerðum. Hann var úr Norðagøtu og varð nevndur Sámal Jákup í Gøtu. Tey fingu ellivu børn: Poulina, Ella, Estrid, Solveig, Ingibjørg, Kristian, Karl, Osvald, Petur Juul, Richard og Minna.
Solveig búsettist niðri, og øll hini settu búgv í Klaksvík. Ttað hevur sjálvandi sást aftur í, at henda ættin hevur verið millum tær stóru í býnum. Poulina, Estrid og Petur Juul eru ikki á lívi longur.
Karl Isaksen koyrdi bil hjá Hugo Gardar, og so arbeiddi hann hjá Óla Hans á Biskupsstøð. Hann var eitt nú við, tá ið teir bygdu Magasing, sum stóra klædnabúðin hjá Kjølbro á Biskupsstøð varð nevnd. Tað er tann bygningurin, sum bókasavnið nú heldur til í.
Frá 1954 og í trettan ár arbeiddi Karl hjá Føroya Bjór. Hann sigldi við skipinum Føroya Bjór, sum virki átti, og sum sigldi millum oyggjarnar við øli og sodavatni.
Í 1969 keypti Karl Svartaberg, sum hann hevur róð út við síðani. Nú er tað yngsti sonurin, sum drívur bátin.
Karl giftist í 1953 við Siggu Jóhonnu ella Hannu, sum er fødd Andreasen og ættað úr Fuglafirði. Tey fluttu inn í egin hús í Víkunum, og har hava tey búð síðani. Hanna og Karl eiga fýra børn: Hillebert, Sólarn, Marni og Eileen Matras. Sólarn býr á Húsum, har hann koyrir buss. Hini búgva í Klaksvík. Hillebert er við Sundabergi, Marni rør út, og Eileen arbeiðir í barnagarði. Karl eigur sjey abbabørn.
Tey seinnu árini hevur Karli dámað væl at spæla bridge, og saman við so mongum øðrum í familjuni er hann íðin KÍ viðhaldsmaður.
Sjálvur var Karl, sum altíð hevur verið vinsælur og fryntligur og sum framvegis er væl fyri, í mong ár sjálvskrivaður aftasti skansi á besta KÍ liðnum. Hann gavst í 1964. Tá hevði hann í seytjan ár verið 1. liðs málverji, og tá hevði hann verið við til at vunnið meistarheitið sjey ferðir - í 1952, 1953, 1954, 1956, 1957, 1958 og í 1961. Karl var kvikur á linjuni og dugdi væl at leypa út. Hann hevði sín egna stíl, og fleiri ættarlið av dreingjum ímyndaðu sær á teigum og í túnum og á vøllum, at teir vóru Karl málmaðurin, sum hann varð nevndur.
Karl spældi tríggjar ferðir á landsliðnum. Fyrsta ferðin var í 1957 móti Hetlandi í Havn, og í 1959 spældi hann móti Íslandi B og Hetlandi.
Bretskir trolarar vitjaðu ofta á Klaksvík. Dreingir og unglingar komu í sambandi við skipsmenninar, og fleiri komu væl eftir eingilska málinum. Teir lærdu trolara eingilskt, sum tað verður tikið til. Karl plagar at siga, at hann kom serliga væl eftir eingilska málinum, tá ið hann eitt skifti sum skúladrongur á sjúkrahúsinum lá einsamallur føroyngur á stovu saman við seks bretskum fiskimonnum.
Meðan Karl spældi fótbólt, vitjaði KÍ bæði í Aberdeen og Orknoyggjunum, og eisini á landsliðsferðini í Hetlandi fekk Karl vinmenn í grannalondunum fyri sunnan. Hann hevur ofta ferðast í Hetlandi, og hetlendingar hava vitjað í Klakvík. At hetlendingar framvegis minnast til og hava samband við Karl hoyrdist í sendingunum, sum Útvarpið hevði úr Hetlandi undan oyggjaleikunum síðsta summar.
Føðingardagin heldur Karl hjá dóttrini, sum býr í Traðagøtu 13.J