Karla er ættað úr Sørvági. Foreldrini vóru Christina og Jóhannes Joensen úti á Lið. Børnini hjá teimum eru Louis, sum búði í Sørvági, Gigga Mouritsen, Oluffa Mouritsen og Poul Arni í Havn, Kristoffur á Argjum, Karla og Lea Hansen, sum býr í Sørvági. Louis er ikki á lívi longur.
Sum blaðung fór Karla til Havnar at tæna. Tað var meðan hon var í Havn, at hon møtti Símuni Hansen av Toftum. Hann og beiggi hennara, Kristoffur, gingu upp á skúla saman og vóru vinmenn.
Tá ið Karla var komin at kenna Símun, fór hon inn á Nes, har hon tænti á Torkilsheyggi. 15. desember í 1946 giftust Karla og Símun inn hjá foreldrum hansara, sum vóru Sanna og Andreas Hansen í Túni á Toftum.
Í 1950 fluttu Karla og Símun inn í Heiðar, har Símun hevði bygt húsini, sum arbeiðarafelagið Hæddin nú eigur. Tey stóðu so einsamøll tá. Símun var leiðari í Føroya Banka, og bankin helt til í norðara enda av húsunum. Samstundis var Símun vinnulívsmaður. Hann fór undir fiskavirkið Lynfrost, hann seldi tunnur og gørn og fekst við so mangt annað, meðan Karla tók sær av heiminum og børnunum.
Børnini hjá Karlu og Símuni eru Jóannes (1947), Sanna (1951), Andrias (1955), Kristina (1958), Andriása (1959) og Kára (1961). Andrias doyði av vanlukku nýggjársaftan 1958.
Í 1960 flutti familjan út á Mýrarnar, har Símun hevði latið húsini byggja, sum nú eru sambýli við Toftavatn. Har trivust tey væl, og har kom nógv fólk á gátt. Longu 18. mai í 1968 doyði Símun av sjúku. Hann var 45 ára gamalur.
Karla sat einkja 41 ára gomul. Hon fór tá út at arbeiða. Fyrst var hon í fleiri ár á Sjómansheiminum, so var hon í Lynfrost, og síðani var hon í Ólastovu, sum Jona og Óla Christian Danielsen, ið Karla altíð hevur havt tætt samband við, áttu.
Eitt skifti búðu Karla og hennara í íbúð í húsunum, sum Pól Knudsen hevði latið byggja omanfyri vegin, har Statoil støðin nú er. Nú eru næstan fjórðings øld liðin, síðani Karla flutti í hugnaligu húsini, sum hon eigur í Grannatúni, og har býr hon framvegis.
Hjá Karlu og hennara var tað aftur stór sorg, tá ið Kristina brádliga gjørdist sjúk og doyði longu 6. september í 1984.
Jóannes, Andriása og Kára búgva í Saltangará, og Sanna býr í Rókini í Saltnesi.
Karla er stillfør, blídlig og fyrikomandi, og hon hevur eitt lætt sinni. Hon hevur verið trúgv móti familjuni og verfamiljuni, og ikki minst hava hon og svigarinnurnar Liss og Maja verið ógvuliga góðar.
Í samkomuni í Berøa hevur hon verið frá tí fyrsta, at húsið varð reist fyri meiri enn fjøruti árum síðani. Tey seinnu árini hevur hon verið millum teirra, sum hava syrgt fyri, at klæði hava verið send til Rumenia.
Karla eigur 17 ommubørn og tríggjar langommudøtrar. Tær búgva allar í Keypmannahavn, og 80 ára føðingardagin er Karla saman við teimum og fleiri ommubørnum. J