Kasper Schmeichel hevur øll síni vaksnu ár verið í bretskum fótbólti, men nú bíðar nýtt ævintýr í Fraklandi. (Arkivfoto) - Foto: David Klein/Reuters

Kasper Schmeichel fer úr Leicester til Nice

Leicester og Nice vátta, at danski landsliðsmálmaðurin fer til franskan fótbólt eftir nógv ár í Onglandi.

 

Kasper Schmeichel hevur øll síni vaksnu ár verið í bretskum fótbólti, men nú bíðar nýtt ævintýr í Fraklandi. (Arkivfoto) - Foto: David Klein/Reuters

Eftir 11 ár í enska Leicester skal danski landsliðsmálmaðurin Kasper Schmeichel spæla fyri franska Nice.

Tað upplýsa Leicester og Nice í kvøld á Twitter. Sáttmálalongdin er enn ikki avdúkað.

Kasper Schmeichel var í sínari tíð í Leicester við til at spæla felagið upp í Premier League, har tað hevur verið seinastu átta árini.

Í 2016 tók Leicester øll á bóli við at vinna Premier League, og í fjør vann felagið eisini í FA Cup.

Kasper Schmeichel hevur øll 11 árini verið fyrstimálmaður hjá felagnum.

Hann hevur spælt 479 dystir fyri Leicester, sum ger hann til spælaran við triðflestu dystum fyri felagið.

Kasper Schmeichel hevur verið øll síni vaksnu ár í bretskum fótbólti.

Fyri 20 árum síðani skrivaði hann sáttmála við Manchester City, har pápi hansara, Peter Schmeichel, endaði sína yrkisleið árið eftir.

Kasper Schmeichel tók harða vegin móti tindunum, og hann var leigaður til Darlington, Bury, Falkirk, Cardiff og Coventry, meðan hann hevði sáttmála við Manchester City.

Í august 2007 spældi hann fyri fyrstu ferð fyri City í Premier League, men tað blivu bara átta Premier League-dystir fyri felagið, til hann í 2009 skifti til Notts County í fjórðbestu deildini, til hann skifti til Leicester í 2011.

Fyrstu trý árini spældi hann somuleiðis í næstbestu deildini, til Leicester flutti upp í Premier League, har felagið hevur verið síðani við meistaraskapi og FA Cup-vinnara sum úrsliti.

35 ára gamli málmaðurin hevur spælt 84 A-landsdystir fyri Danmark, har hann í fleiri ár hevur verið fyrsta valið sum málmaður.

Nice hevur frammanundan landsliðsfelagan hjá Kasper Schmeichel, Kasper Dolberg, á liðnum.

/ritzau/

 

Kasper Schmeichel hevur øll síni vaksnu ár verið í bretskum fótbólti, men nú bíðar nýtt ævintýr í Fraklandi. (Arkivfoto) - Foto: David Klein/Reuters