Myndugleikarnir í spanska landspartinum Katalonia ætla sær at biðja stjórnina í Madrid um fimm milliardir evrur í hjálp til at stimbra tann lokala búskapin við. Talsmaðurin hjá landspartastjórnini segði í dag, at ætlanin er at biðja um fimm milliardir úr einum grunni, sum ríkisstjórnin hevur stovnað til at hjálpa teimum einstøku landspørtunum. Í grunninum eru 18 milliardir evrur.
Katalonia skyldar einar 40 milliardir evrur, og landsparturin hevur havt ilt við at rinda sínar avdráttir.
Spanski forsætisráðharrin, Mariamo Roy (myndin), segði í Madrid í dag, at stjórnin fer at hjálpa Katalonia og øðrum landspørtum, sum hava tørv á hjálp.