Svínakrím
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
- Eg bleiv ikki akkurát kedd, men bleiv kanska heldur súr. Eg tímdi ikki at tosa við nakran um tað, og gjørdi bara sum eg varð biðin. Soleiðis greiðir 17 ára gamla Katrin Johannessen frá hennara reaktión, tá hon brádliga fekk boð um at pakka taskuna og siga farvæl, orsakað av útbrotinum av svínakrími í Meksiko.
Í august 2008 fór Katrin Johannessen úr sínum trygga gerandisdegi í Klaksvík út í heim, har hon gekk eini spennandi tíð í møti. Hon hevði søkt, og var sloppin inn sum skiftisnæmingur í Meksiko. Har búði hon í býnum Queretaro, umleið tríggjar tímar við bussi úr Meksiko Býi, og gekk á einum katólskum privatskúla, svarandi til 2.g í Føroyum. Ætlanin var at hon skuldi vera har í 10 mánaðir.
Missir besta bitan
Alt gekk tó ikki sum prestur prædikaði. Tá átta mánaðir vóru gingnir, breyt svínakrím út í Meksiko, og allur heimurin setti Meksiko í ljósmálan, tá tíðindini bórust at fólk vóru deyð og túsund vóru smittað. Haðani gekk tað skjótt, og dag um dag hækkaði heimsheilsustovnurin tilbúgvingina.
- Eg hevði akkurát veruliga vant meg við at vera har. Tá tú fer sum skiftisnæmingur til eitt fremmant land, so er fyrsta hálva árið rættiliga strævið. Tað er eitt nýtt mál, nýggj fólk og nýtt alt. Tey, sum hava verið skiftisnæmingar fyrr, siga, at tveir teir seinastu mánaðirnir eru teir bestu, og eg skuldi júst fara undir teir. Men nú verður tað av ongum, fortelur Katrin Johannessen.
Innibyrgd í eina viku
Fríggjadag 24. apríl hoyrdi Katrin fyri fyrstu ferð um svínakrímið. At byrja við hildu tey bara at tað var ein ring influensa. Henda dagin fekk hon at vita at tað var ein álvarslig influensa, og at hon ikki mátti heilsa uppá nakran, soleiðis sum tey vanliga gera í Meksiko, við mussi á kjálkan, og at hon heldur ikki mátti taka í hondina á nøkrum.
- Tey ringdu av AFS kontórinum í Danmark, og søgdu at hetta var ein álvarslig influensa, men at er ikki skuldi vera bangin, tí at tað bara var inni í býnum (Meksiko Býi, blm.), sigur Katrin Johannessen.
Henda sama fríggjadagin gjørdi meksikanska stjórnin av at lata allar skúlar og øll almenn støð aftur, til tess at byrgja fyri at smittan breiddi seg meira enn neyðugt. Tann 6. mai skuldi alt lata uppaftur.
- Eg mátti bara sita inni, alt bleiv stongt. Skúlar, biografar, matstøð, konsertir, og alt annað bleiv stongt. Eg sat bara inni í eina heila viku, og tá hugsaði eg, at um tað skuldi vera soleiðis í longri tíð, so vildi eg heldur bara sleppa heim til Føroya aftur, greiðir Katrin Johannessen frá.
Helt tað ringasta var av
Tá Katrin hevði sitið inni í eina viku, og tað nærkaðist endanum á karantenuni, ringdi brádliga aftur úr Danmark.
- Henda mikudagin ringdu tey (danska kontórið hjá AFS, blm.) og søgdu: Pakka taskuna og sig farvæl, tí tú skal heim so skjótt vit hava fingið billett til tín. Eg gjørdi sjálvandi sum tey søgdu, og fríggjadagin var eg heima í Føroyum, fortelur Katrin Johannessen.
Katrin greiðir frá, at hon frá fyrsta degi alla tíðina samskifti umvegis meyl og Facebook við høvuðskontórið hjá AFS í Danmark, og at tey høvdu sagt, at tað kundi koma uppá tal at tey máttu heim.
- Eg hevði akkurát fingið inntrykk av at alt var við at vera vanligt aftur, og at tað ikki var so álvarsligt sum tey mettu av fyrstan tíð. Men so brádliga ringdu tey og søgdu at eg skuldi heim, og tá bleiv eg nokkso skuffað, greiðir Katrin frá.
Evropearar yvirreagerar
Katrin Johannessen greiðir frá, at hetta var henni eitt sindur av einum hvøkki, at hon mátti næstan evakuerast úr landinum, orsaka av svínakríminum.
- Í Meksiko vóru fólk púra rólig. Skúlar og annað vóru stongd, men fólk vóru púra rólig annars, og hvørki tey ella eg vóru serliga bangin. Har greiddu tey frá í fjølmiðlunum, hvussu sjúkan hevði breitt seg, men vóru annars rólig. Men í Evropa reageraðu tey nógv ógvusligari enn tað, og tað var opinbart allastaðni í tíðindunum, sigur Katrin.
Hon greiðir eisini frá, at tey ungu vóru rættiliga rólig um tað heila har. Tá tey fóru út, bóru tey maskur, men skemtaðu annars við at tekna munnar á maskurnar og ymiskt annað, ið ung annars finna uppá.
- Har tóku vit tað als ikki líka álvarsliga sum fólk í Evropa gera. Eg haldi at fólk í Evropa yvirreagera alvorliga uppá hetta við svínakríminum, sigur Katrin Johannessen.
Var tú ongantíð bangin?
- Faktisk ikki. Kanska mest tá eg var millum nógv fólk. Men tað var kanska mest fyri mammusa skyld, at eg royndi at vera eitt sindur forsiktig, tí eg hugsaði, at vissi eg bleiv smittað, so fór eg at blíva innløgd, og so var tað tað. Ikki at eg fór at doyggja ella nakað. Eg visti at í USA og aðrastaðni blivu fólk frísk aftur beinanvegin, greiðir Katrin Johannessen frá.
Ætlar sær aftur til Meksiko
Nú er Katrin Johannessen heima í Føroyum, og er við at venja seg við eina vanliga føroyska bygdartilveru í Hósvík, har hon nú býr. Men einaferð um ikki so leingi ætlar hon sær yvir aftur til Meksiko.
- Ja heilt sikkurt, eg ætli mær yvir aftur til Meksiko. Eg ætli yvir at siga farvæl við tey, sum eg kenni har. Tað er nokk tað strævnasta við at verða skryktur avstað, tað er at eg ikki fekk møguleika at siga ordiliga farvæl við nakran uttan tey nærmastu. Men Meksiko er eisini eitt so deiligt land. Har er okkurt fyri øll, strendur, ruinir, shopping og so framvegis. Har er øgiliga lekkurt, sigur Katrin Johannessen, sum hóast skuffilsið at verða skrykt úr tilveruni í Meksiko, er ótrúliga fegin um at vera heima aftur í Føroyum.