Kaupthing hækkar innlánsrentuna

Kaupthing Bank hækkar í dag allar innlánsrentur við 0,25 prosentstigum Rentan verður tí framyvir 3,25 prosent fyri innlán undir 1 millión, 4,25 prosent fyri innlán yvir 1 millión og 4,50 prosent fyri innlán við tríggja mánaða uppsøgn.

Kaupting Bank hevur sent út tíðindaskriv, har tað millum annað stendur soleiðis:

- Bankin byrjaði fyrr í vár kappingina um innlánskundar og legði seg skjótt á odda við at bjóða kundum sínum bestu innlánsrentuna í landinum. Við hesi nýggju rentuhækkingini bøtir Kaupthing Bank enn einaferð um innlánsrentuna, sum bankin bjóðar kundunum.