Kavi rakar eisini Premier League

Premier League: Ein dystur er í dag avlýstur vegna kava

Tað er ikki bara í Føroyum, at dystir verða avlýstir vegna kava. Í dag er dysturin millum Burnley og Tottenham avlýstur, tí tað er kavi á vøllinum í Burnley.

 

Tað er ikki óvanligt, at dystir í Føroyum verða avlýstir vegna veður, men tað er heldur sjálvsamt í ensku Premier League, sum er størsta landskappingin í heiminum.

 

Í dag skuldu fimm dystir í 13. umfar verða spældir, men tað verða bara fýra av teimum avgeiddir í dag. Burnley, sum liggur nakað norðanfyri í Ongland, hevur roynt at ruddað vøllin fyri kava, men nakað fyri dystarbyrjan bleiv  avgjørt, at dysturin verður avlýstur.

 

Burturúr hesum eru tvær søgur, sum tað verður gjørt nógv við. Ein er ein fjeppari hjá Tottenham, sum hevur ferðast allan vegin úr Dallas í USA, fyri at síggja dystin, sum nú verður av ongum. Hin er at venjarin hjá Burnley, Sean Dyche, kom út á vøllin í skjúrtu at tosa við dómararnar, meðan tað kavaði.