FÓTBÓLTUR
Boto?ani, Rumenia: – Høvdu vit javnað har beinanvegin, so hevði tað heilt sikkurt verið stuttligari at spæla og dysturin hevði helst sæð øðrvísi út, sigur Dánjal Davidsen úr EB/Streymi.
Hann heldur, at talan var um ein harðan dyst í móti einum sterkum liði.
– Men vit royna at spæla og spæla faktiskt eisini væl til tíðir. Vit koma eisini til fleiri kjansir og tí er tað keðiligt, at vit ikki skora, sigur stóri miðverjin á føroyska U21-landsliðnum.
Hann heldur ikki, at føroyska liðið kundi gera so nógv við málini hjá Rumenia men vísir á, at teir bara vóru rættiliga skarpir, sum Dánjal Davidsen tekur til.
Burtursæð frá einum einstøkum dysti á U15, sum ikki verður skrásett sum altjóða dystir á sama hátt, hevur Dánjal Davidsen ikki verið partur av nøkrum ungdómslandsliðið áður. Men eftir eitt gott kappingarár við EB/Streymi, har hann eisini varð kosin ársins stjørnuskot í felagnum, hava U21-landsliðsvenjanarnir nú sent boð eftir honum.
– Tað eri eg bara fegin um, tí hetta eru nakrar góðar og stuttligar royndir at fáa sær, sigur Dánjal Davidsen.