Nógv talar fyri, at Kekkia fer at fylgja Albania úr okkara EM-undankappingarbólki, bólki E.
Kekkia megnaði javnleik 1-1 á útivølli móti Pólandi. Samstundis endaði dysturin millum Moldova og Albania í Chisinau eisini við javnleiki 1-1.
Jakub Piotrowski legði Póland á odda sjey minuttir undan steðginum. Bert fýra minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki, tá Tomas Soucek javnaði til 1-1.
Tað gevur hesa støðuna í bólki E:
1. Albania 7 dystir 14 stig (Eru klárir til EM-endaspælið)
2. Kekkia 7 dystir 12 stig
-----------------------------------------------------
3. Póland 8 dystir 11 stig (eru lidnir við undankappingina)
4. Moldova 7 dystir 10 stig
5. Føroyar 7 dystir 1 stig
Mánakvøldið klokkan 19.45 tekur Kekkia móti Moldova í Ostrava. Kekkia kann vinna seg til EM-endaspælið við sigri ella javnleiki. Moldova má vinna fyri at røkka EM-endaspælinum í Týsklandi komandi summar.
Mánakvøldið spæla Albania og Føroyar í Tirana. Dysturin byrjar klokkan 19.45. Albania spælir fyri at vinna bólkin, og Føroyar spæla fyri at enda kappingina heiðurliga.