1-1 javnleikurin hjá føroyska landsliðnum móti Moldova í Chisinau er eitt betri úrslit enn kanska mong hildu farna fríggjakvøld.
Moldova hevði aftur heimadyst í okkara EM-undankappingarbólki í Chisinau í kvøld. Mótstøðuliðið var Kekkia, ið var greiður favorittur undan dystinum.
Men Moldova megnaði ein flottan 0-0 javnleik móti Kekkia, ið undirstrikar, at Moldova uttan iva er eitt betri lið enn summir føroyskir fjepparar hava gáað um.
Hin favoritturin í okkara bólki, Póland hevði tungt hoyggj á heimavølli móti Albania. Póland vann ein tepran 1-0 sigur á Albania.
Karol Swiderski skoraði sigursmálið fyri Póland stutt undan steðginum.
Støðan í EM-undankappingarbólki E er hendan: Kekkia hevur fýra stig, Póland hevur trý stig, Moldova hevur tvey stig, Føroyar hava eitt stig og Albania er aftast við ongum stigi.
17. juni taka Føroyar móti Kekkia á Tórsvølli, og sama kvøld tekur Albania móti Moldova á heimavølli. Tríggjar dagar seinni taka Føroyar móti Albania á Tórsvølli. Sama kvøld tekur Moldova móti Pólandi.
Hetta kann gerast ein spennandi og áhugaverdur EM-undankappingarbólkur hjá landsliði okkara.