Eystari landsrættur staðfesti seinnapartin dómin í Føroya Rætti í trætuni millum Kemilux Industri í Havn og Rent Miljø Kemilux í Hirtshals um navnið Kemilux.
Tað er tí nú endaliga staðfest, at Kemilux Industri eigur rættindini til at nýta navnið, orðið og vørumerki Kemilux í allari marknaðarføring í danska ríkinum.
Ósemja stakk seg upp millum partarnar í 2014. Inntil tá hevði Rent Miljø Kemilux selt vørurnar hjá Kemilux Industri í Danmark og Grønlandi. Tá samstarvið millum partarnar endaði, fór Rent Miljø Kemilux at selja eina aðra, líknandi, vøru, Sapolux.
Fyritøkan hjá Gullaki Madsen í Hirtshals helt tó fram at nýta navnið Kemilux í marknaðarføringini og nýtti framvegis heimasíðuna kemilux.dk til at selja vørur sínar. Hendan beindi kortini fólk beinleiðis inn á heimasíðuna sapolux.dk.
Les eisini Donsk fyritøka ger sær dælt av Kemilux-navninum
Nú hevur fyrst Føroya rættur og síðani Eystari landsrættur staðfest, at tað er føroyska fyritøkan, sum er rætti berari av navninum Kemilux og at fyritøkan í Hirtshals má gevast at brúka navnið.
Eystari landsrættur vísti á, at føroyska fyritøkan hevði nýtt navnið líka síðani hon bleiv stovnað í 1965, gamaní fyrstu árini sum Chemilux. Tá p/f Kemilux fór á húsagang í 1995, yvirtók nýggja felagið, p/f Kemilux Industri, øll rættindini til nøvn, vørumerki og annað hjá gamla felagnum.
Hon vísti eisini á, at danska fyritøkan einans fekk loyvi at nýta navnið í samband við, at hon seldi vørurnar hjá føroysku fyritøkuni.
Gamli stjórin og eigarin í Kemilux metti, at hann sjálvur átti rættindini til navnið Kemilux. Tí hevði hann fyri nøkrum árum síðani selt donsku fyritøkuni rættindini at nýta navnið.
Hvørki Føroya rættur ella Eystari landsrættur vóru tó samdir við honum í hesi tulkingini og mettu, at tá hann í síni tíð skrásetti vørumerkið Kemilux í Danmark, var hann eigari og stjóri í fyritøkuni, og tí var tað sum umboð fyri fyritøkuna, at hann gjørdi hetta. Tí vóru navnarættindini ikki hansara at selja til onnur.