Kenneth vann

Moto-cross: 15 ára gamli gøtudrongurin, Kenneth Danielsen, vann um vikuskiftið fyrstu kappkoyringina hetta kappingarárið

Sum nevnt fyrr í ÍtróttaSosialinum, so flutti Kenneth Danielsen undan hesum kappingarárinum upp 125 flokkin, eftir at hann áðrenn hetta hevði roynt seg á teimum súkklunum, sum hava ein 80 rúmsentimetra stóran motor.

Ikki kann sigast annað enn, at Kenneth fekk eina stak góða byrjan upp á árið, tí longu í fyrstu koyring síni hetta árið, eydnaðist honum at gerast nummar 1.

Koyrt varð í tveimum umførum, ella heatum. Fyrsta umfarið megnaði hann at vinna seg av einum áttanda plássi upp á triðja pláss, og seinna umfarið gekst enn betur. Tá hevði hann eina byrjunastøðu á fimta plássi, og megnaði so líðandi at vinna seg upp á fremsta plássið.

Tá alt var lagt saman, var ungi gøtudrongurin sostatt á fyrsta plássi. Sanniliga eitt gott úrslit, tí umframt at hetta er fyrsta koyring hansara í flokkinum, telist Kenneth eisini millum yngstu koyrararnar í flokkinum

Venjari hjá Kenneth er navnframi danin, Jesper K. Jørgensen, sum áður hevur verið evropameistari í 250 flokkinum, so lítið er at ivast í, at føroyingurin er í góðum hondum.