Kent jólalag fyllir 50 ár

Í dag, 1. desember 2021, eru 50 ár síðani at kenda jólalagið Happy Xmas (War Is Over) hjá John Lennon og Yoko Ono og Plastic Ono Band kom út í USA. Lagið var upprunaliga partur av einum átaki fyri friði.

 

The Beatles fóru hvør til sítt í 1970, men Lennon var longu byrjaður at leggja lunnar undir sína egnu leið sum tóneikari – solo.

 

Unfinished Music No. 1 kom í 1968 og í 1969 sá plastic Ono Band dagsins ljós, her hann samstarvaði við unnustu sína, Yoko Ono.

 

Í 1971 kom lagið Imagine av útgávunini við sama navni, og seinni sama ár, tann 1.desember, kom Happy Xmas (War Is Over), ið var 7, singleútgávan, ið Lennon gav út eftir tíðina í The Beatles.

 

 

 

Happy Christmas (The War is Over) - John Lennon - YouTube