Keyp dekk við 3-ára garantii

- Vit eru spentir upp á hesa nýggju skipan, sum passar væl inn í okkara konsept, sigur stjórin í First Stop, Fríðrikur Bláhamar.

 

Valdemar á Løgmansbø Bláhamar, Fríðrikur Bláhmar og Sámal Fríðriksson Bláhamar frá First Stop. - Øll eru vælkomin at seta seg í samband við okkum.

Bridgestone bjóðar 3-ára garanti upp á dekk til privatbiliakundar.

 

Við keypi av fýra nýggjum dekkum gevur Bridgestone nú 3-ára garanti. 

 

Mannagongdin er, at kundin keypir og rindar fyri dekkini. Síðan skrásetir hann seg online hjá Bridgestone, viðheftir kvittanina, og síðan fær kundin eina garantiváttan.

 

Bridgestone-verksmiðjan hevur framleitt dekk síðan 1931 og er ein av heimsins størstu dekkframleiðarum. 

 

- Øll eru vælkomin at seta seg í samband við okkum. Vit eru spentir upp á hesa nýggju skipan, sum passar væl inn í okkara konsept, og nú kunnu vit bjóða kundunum eina enn betri tænastu.

 

Tað sigur stjórin í First Stop, Fríðrikur Bláhamar.

 


 

 

Valdemar á Løgmansbø Bláhamar, Fríðrikur Bláhmar og Sámal Fríðriksson Bláhamar frá First Stop. - Øll eru vælkomin at seta seg í samband við okkum.