Ætlanin var at gera henda túrin leygardagin 5. oktober, men tá varð túrurin útsettur og verður nú leygardagin 2. november ístaðin. Um viðrar verður loyst á brúnni á Hvítanesi klokkan 10 og lagt verður til bryggju aftur - við molan á Tvørakei - umleið klokkan 14.
- Tá komið er aftur til lands, hava fólk møguleikan at fáa hjálp til at skera fiskin til flak. Tað verður Hallur Hentze, ið starvast hjá Delta Seafood, sum tá stendur til reiðar at leggja fólki lag á.
Á Tvøroyri vísa tey á, at um fólk hava hug at grilla fiskin beint eftir túrin, ber hetta eisini til, tí Eyðstein Lyngvej hevur tá longu riggað grillina til á staðnum og er klárur at steikja fiskin.
Fyrireikararnir leggja aftrat, at M/S Thorshavn hevur plass fyri umleið 30 ferðandi og hevur fiskireiðskap til stívliga 10. – So, eigur tú fiskireiðskap, tak hann so endiliga við, siga fyrireikararnir.
Seinast, tá lýst varð við fiskitúrinum, var næstan fullteknað. Tí ræður um hjá teimum, sum ætla sær við hesaferð, at melda seg til túrin, sum eisini er ókeypis.
Hvussu tilmeldað verður, sæst um heimasíðuna hjá Tvøroyrar kommunu – www.tvk.fo