Khader setir demokrati hægri enn religión

Vitjanin hjá kenda danska innflytarpolitikaranum, Naser Khader, er annað enn ein arbeiðsferð, har hann fer at tosa um trúgv og fólkaræði. Ferðin er eisini ætlað sum páskafrítíð hjá honum og familju hansara

Sjálvt um tað er ein almenn skrá við fyrilestrum í Miðlahúsinum og upptraðkan í fjølmiðlum, so er ferðin hjá kenda danska politikaranum Naser Khader líka so nógv ein páskaferia hjá allari familuni, sum umframt konuna, Bent Dragsbæk, eisini fatar um trý børn á upp á ávikavist tvey, seks og sjey ár. Yngsta barnið – ein drongur – er felagsbarn, meðan Khader eigur gentuna upp á seks ár frá einum fyrrverandi hjúnarlagi, og konan eigur drongin frá fyrrverandi parlagi.
Eftir móttøkuna á flogvøllinum við »nýggja« minibussinum hjá Sosialinum, sum hevur fingið navnið »Snoddi«, gekk leiðin til Hotel Tórshavn, har Naser Khader og familjan búgva undir ferðini í Føroyum.
Klokkan trý í gjár vísti løgtingsformaðurin, Edmund Joensen, Løgtingshúsið fyri Khader-familjuni, har eisini formaðurin í Tjóðveldisflokkinum, Høgni Hoydal, ið er starvsfelagi hjá Naser Khader í Fólkatinginum, eisini var komin at heilsa upp á navnframa politikaran frá Radikale Venstre.
Spurdur um hvat høvuðsboðskapurin er á ferðini í Føroyum, sigur Naser Khader, at tað er týdningurin av at peika á demokrati, sum týdningarmiklari enn religión.
- Tá religión og átrúnðar stoyta saman, so er ongin ivi um, at vit eiga at taka demokartiið fram um, sigur Naser Khader.

Løgreglan í hølunum
Við tveimum trygdarfólkum støðugt í hølunum, ein frá Politiets Efterretningstjeneste, og ein frá føroysku løgregluni, vitjar familjan í dag í Kirkjubø og seinnapartin í Nólsoy.
Hvussu er tað altíð at hava trygdarfólk í hølunum?
- Tað hevði sjálvandi verið betri uttan, men vit royna at lata vera við at fokusera upp á tað, og duga eftirhondini at liva við tí. Hetta eru professionell fólk, sum duga at halda seg í bakgrundini, sigur Naser Khader.
Spurdur um hvaðani hóttanin kemur, sigur danin, sum er føddur í Syria, at áðrenn Muhammed-kreppuna og tekningarnar í Jyllands Posten, so kom hóttanin so at siga bert frá muslimskum fundamentalistum í Danmark. Síðani kreppuna er hann vorðin kendur í arabiska heiminum, og nú koma hóttanirnar eisini haðani.
Í annaðkvøld klokkan 19 heldur Naser Khader fyrilestur í Miðlahúsinum undir heitinum »Trúgv og fólkaræði.«
Kona Khader, Bente Dalsbæk, ið er útbúgvin løgfrøðingur, og sum hevur starvast 10 ár í Fólkatinginum, heldur fyrilestur Skírisdag klokkan 15, har evni er »Millum tvær kvinnumentanir.«


Fakta

Trúgv og fólkaræði

Á fyrilestri sínum í Miðlahúsinum mikukvøldið 4. apríl klokkan 19 undir heitinum »Trúgv og fólkaræði« fer Naser Khader at greiða frá sínum sjónarmiðum uppá, hvar markið gongur millum átrúnað og fólkaræði. Hvussu nógv eigur átrúnaður at fylla í tí nýmótas samfelagnum? Er tað í lagi at bjóða átrúnaðinum av? Hví eru tær átrúnaðarligu kenslurnar viðkvæmari enn tær demokratisku?
Eftir framløguna verður høvi hjá fólki at seta fram spurningar.
Naser Khader er 43 ár og útbúgvin búskaparfrøðingur. Hann hevur sitið á Fólkatingi síðani 2001 fyri Radikala flokkin og hevur verið virkin í samfelagskjakinum í mong ár. Hevur skrivað fleiri bøkur, eitt nú um islam og fólkaræði.
Í Føroyum kenna vit Khader fyri mangan bersøgnu, men kortini beinraknu viðmerkingum hansara, eisini um innanhýsis føroysk viðurskifti. Til dømis rættin hjá samkyndum og abortspurningin.

Fakta

Millum tvær kvinnumentanir

Kona Naser Khader, Bente Dalsbæk, heldur fyrilestur í Miðlahúsinum klokkan 15 Skírisdag 5. apríl undir heitinum »Millum tvær kvinnumentanir«. Um tað verður borðreitt kaffi við undirskál, er hetta eitt tekin um viðurkenning, er bara eitt av mongum, sum Bente Dalsbæk lærdi, tá hon forelskaði seg í einum manni við arabiskari bakgrund og harvið fekk eina muslimska vermóðir úr Sýria.
Í fyrilestrinum hjá Bente Dalsbæk, sum ber heitið »Med Underkop«, greiðir hon kjerliga og erliga frá lívinum hjá innflytarakvinnum. Eitt evni, sum vanliga er afturlatið fyri umheiminum. Eisini hugleiðir hon um tætta sambandið millum hana og vermóðrina.
- Vónandi verður eisini høvi til eitt gott orðaskifti um leiklutin hjá kvinnum, javnstøðu, um at standa við trúgv sína og samstundis geva pláss fyri øðrum, sigur Bente Dalsbæk, sum er 40 ár, útbúgvin løgfrøðingur og fyrr hevur starvast í Fólkatinginum í 10 ár.