Tað vóru trý undantøk. Annars vóru tað føroyameistarar úr KÍ, ið mannaðu ársins lið, tá ið venjarar, liðformenn og umboð fyri fjølmiðlarnar í sending í FM1 í kvøld valdu árins spælarar og lið.
Størst spenningur var tað um, hvør fór at verða ársins málverji. Her fekk KÍ málverjin flestar atkvøður, og í hølinum á honum var HB og landsliðsmálverjin.
Í kappingini um at velja ársins málverja fekk KÍ málverjin Mathias Brinch Rosenørn 112 atkvøður, og Teitur Matras Gestsson, málverji hjá HB, fekk 108 atkvøður. Eingin atkvøða var frá HB venjaranum Kevin Schindler. HB liðformaðurin Teitur Matras Gestsson gav fimm atkvøður til kappingarneytan í KÍ málinum.
Bæði KÍ venjarin Mikkjal Thomassen og KÍ liðformaðurin Jákup B. Andreasen góvu fimm atkvøður til HB og landsliðsmálverjan Teit Matras Gestsson.
KÍ venjarin Mikkjal Thomassen var greiður vinnari í atkvøðugreiðsluni um at vera ársins venjari. Hann fekk 126 atkvøður. Jóhan Petur Poulsen í Víkingi var greitt næstfremstur við 94 atkvøðum.
Á ársins liði eru tríggir spælarar, sum ikki umboða KÍ. Teir eru HB vongverjin í vinstru Daniel Johansen, miðvallarveteranurin hjá Víkingi Sølvi Vatnhamar og toppskjúttin og metmaðurin í HB álopinum Mikkel Dahl.
Ársins lið 2021: Mathias Brinch Rosenørn, KÍ – Jóannes K. Danielsen, KÍ, Odmar Færø, KÍ, Heini Vatnsdal, KÍ, Daniel Johansen, HB – Sølvi Vatnhamar, Víkingur, Deni Pavlovic, KÍ, Jákup B. Andreasen, KÍ, Árni Frederiksberg, KÍ – Mikkel Dahl, HB, Páll A. Klettskarð, KÍ.