KÍ er á gáttini at endurvinna FM

Kvinnur: Einasta liðið, ið hevur møguleika at røkka oddaliðnum, er NSÍ, sum hesaferð vann í Gundadali

Jancy Mohr hevur av brotsteigarmarkinum og eitt sindur til vinstru sent bóltin dygst undir samankomingini og í málið. Mynd: tv.fo

Í kvøld varð punktum sett fyri 18. umfar í bestu kvinnudeildini í fótbólti. B36 var í Klaksvík, og gestirnir rigga til at fara suður aftur. Í viðførinum hava tær 2-0 tap.

 

Durita Hummeland legði KÍ á odda stórar 10 minuttir undan steðginum, tá ið hon úr spískum í vinstru sendi bóltin í handara síðunetið. Fimm minuttir undan leikloki var tað innskifta Jancy Mohr, sum av brotsteigarmarkinum og eitt sindur til vinstru sendi bóltin dygst undir nærru samankomingini. Hetta var annað málið hjá 17 ára gomlu Jancy Mohr í bestu landskappingini. Durita Hummeland hevur skorað 10 mál í landskappingini í ár.

 

Fitta løtu í seinna hálvleiki var B36 ofta í brotsteiginum hjá heimaliðnum, og sum seinni hálvleikur leið, varð álopsbogin spentur alt meiri, og so var tað, eftir at B36 misti bóltin á miðvøllinum og á veg í álop, at tað endaði við 2-0 KÍ málinum.

 

Nú tað resta trý umfør er meistaraliðið átta stig undan NSÍ, sum er einasti avbjóðarin. Harvið skal tað ikki so nógv til aftrat, áðrenn KÍ hevur endurvunnið FM heitið.

 

NSÍ og KÍ hittast í Runavík í síðsta umfari, og leygardagin gjørdi NSÍ sítt fyri at varðveita spenningin og møguleikan fyri FM finalu leygardagin 22. oktober.

 

Í Gundadali ímóti HB var NSÍ greitt omaná. NSÍ hevði fleiri royndir ímóti málinum hjá heimaliðnum, enn HB hevði ímóti NSÍ málinum, og NSÍ hevði fleiri hornaspørk enn heimaliðið. Stefani Cabral legði NSÍ á odda í 20. minutti, og fýra minuttir eftir steðgin var tað Lailia Pætursdóttir, sum økti um munin til 2-0. Stefani Cabral hevur skorað 15 mál, og Laila Pætursdóttir hevur skorað 7 mál í landskappingini.

 

Tað var um reppið, at tað eydnaðist TB/FCS/Royn at vinna fyrsta stigið í bestu deildini. Víkingur var gestur við Stórá í Trongisvági, og tá ið 90 minuttir vóru farnir, var støðan 1-1. Stóripinnur hevði verið fleiri enn fýra ferðir runt aftrat, tá ið Jensa Tórolvsdóttir skoraði 2-1 sigursmálið hjá Víkingi. Tríggjar minuttir eftir steðgin legði Bjørg Jarnskor Víking á odda 1-0, og bara ein minutt seinni javnaði Maria Abalos fyri heimaliðið. Jensa Tórolvsdóttir er næstbesti málskjúttin í deildini við 19 málum. Heidi Sevdal hjá NSÍ er toppskjútti við 22 málum.

 

Víkingur hevur stóran part av kappingarárinum verið næstaftast. Nú er Víkingur á fjórða plássi

 

Í kvøld hevði 07 Vestur vitjan av EBS/Skála. Heimaliðið vann 2-1. Sigursmálið varð skorað í tíðini, sum dómarin legði aftrat. Tað var Carol Silva, sum skoraði sigursmálið. EBS/Skála var størsta partin av tíðini á odda. Longu í sjeynda minutti setti Silja Augustinussen hol á. Hetta var triðja málið hjá henni í landskappingini í ár. Miðskeiðis í seinna hálvleiki javnaði Margit Kwao. Carol Silva hevur skorað 9 mál, og Margit Kwao hevur skorað 5 mál.

 

-

 

KÍ – B36 2-0 (1-0)

 

1-0: Durita Hummeland 35.

 

2-0: Jancy Mohr 85.

 

-

 

07 Vestur – EBS/Skála 2-1 (0-1)

 

0-1: Silja Augustinussen 7.

 

1-1: Margit Kwao 67.

 

2-1: Carol Silva 92.+

 

-

 

HB – NSÍ 0-2 (0-1)

 

0-1: Stefani Cabral 20.

 

0-2: Laila Pætursdóttir 49.

 

-

 

TB/FCS/Royn – Víkingur 1-2 (0-0)

 

0-1: Bjørg Jarnskor 48.

 

1-1: Maria Abalos 49.

 

1-2: Jensa Tórolvsdóttir 94.+

 

-

 

18143157845
NSÍ181143651637
HB181017522331
Víkingur16738553024
EBS/Skála16738352824
07 Vestur16729434023
B3616648412922
TB/FCS/Royn16001831770

 

-

 

19. umfar

 

Sunnudagin 25. september

 

Víkingur – KÍ

 

NSÍ – TB/FCS/Royn

 

EBS/Skála – HB

 

B36 – 07 Vestur

 

Jancy Mohr hevur av brotsteigarmarkinum og eitt sindur til vinstru sent bóltin dygst undir samankomingini og í málið. Mynd: tv.fo