KÍ er føroyameistari

KÍ hópurin hevur verið savnaður í allan dag, og í kvøld hava teir í felag fylgt við, nú Víkingur einki vann í Gundadali, og tað harvið er greitt, at KÍ hevur endurvunnið FM

So er tað greitt. KÍ er føroyameistari í 2022. Harvið hevur KÍ endurvunnið FM, og harvið hevur KÍ vunnið FM fyri 20. ferð. Umframt steyp og gullkrónur, sum fara at verða handaðar leygardagin 22. oktober, tá ið Skála verður gestur í Klaksvík, hevur KÍ við FM heitinum tryggjað sær rættin aftur á sumri í 2023 at luttaka í europeisku kappingini fyri meistarar.

 

Hetta er fyrsta ferðin síðani 1970, at KÍ hevur endurvunnið FM heitið. Í 1970 vann KÍ FM fyri fimtu ferð á rað.

 

FM heitið er tað 20. hjá KÍ, sum vann fyrsta føroyameistaraheitið fyri 80 árum síðani – í 1942 – tá ið tað á fyrsta sinni varð kappast um FM. At talan er um 20. FM heitið ber við sær, at klaksvíkingar nú fara at bera tvær stjørnur á troyggjuni. Higartil hevur tað bara verið HB, sum hevur borið tvær stjørnur á troyggjuni. HB hevur vunnið 24 FM heiti.

 

Besti hópurin hjá KÍ hevur verið savnaður í allan dag. Talan er um samansjóðing, sum tað verður nevnt. Í kvøld hevur KÍ hópurin etið døgurða saman, og so hava nýklæktu meistararnir fylgt við í dystinum millum HB og Víking, sum endaði við 2-1 heimasigri. At Víkingur einki stig vann í kvøld ber við sær, at tað ikki ber til hjá nøkrum at røkka KÍ, sum undan fýra teimum síðstu umførunum hevur KÍ 66 stig. Víkingur er næstfremst við 50 stigum.

 

Leygardagin 1. oktober verður fyrsta høvi hjá KÍ fjepparunum á vøllinum at fagna 2022 meistarunum. Tað verður, tá ið KÍ fer at spæla í Runavík. Næsti heimadysturin hjá KÍ verður sunnudagin 9. oktober, tá ið HB verður gestur í Klaksvík.

 

 

 

KÍ FM

 

1             1942

 

2             1945

 

3             1952

 

4             1953

 

5             1954

 

6             1956

 

7             1957

 

8             1958

 

9             1961

 

10           1966

 

11           1967

 

12           1968

 

13           1969

 

14           1970

 

15           1972

 

16           1991

 

17           1999

 

18           2019

 

19           2021

 

20           2022