Áki fekk sínar fyrstu minuttir fyri HB

Áka Debes Samuelsen er triði ungi spælarin, sum fær debut á besta liðnum í hesum kappingarárinum

HB vann í gjár 1-0 á TB í Trongisvági og hevur fult stigatal eftir seks dystir. Fyri triðju ferð í hesum kappingarárinum, fekk ein ungur spælari í hópinum debut.

- Tá tað restaðu 7 minuttir, vísti Berthel enn einaferð yvirskot og álit, tá hann setti 16-ára gamla Áka Debes Samuelsen á vøllin, sum harvið fekk sín fyrsta dyst á besta liðnum. Áki er sonur fyrrverandi málrevin, Eyðun Samuelsen, so evnini hevur hann ikki frá ongum. Nakrar minuttir seinni kom Samuel eisini á vøllin, og harvið endaðu vit dystin við tveimum 16-ára gomlum á vøllinum skrivar HB.fo.

Undan honum eru Dánjal Reginsson og Ási Dam komnir á vøllin. Tað gjørdu teir fyri fyrstu ferð í 5-0 sigrinum á AB á Argjum. Jens Berthel Askou, vernjari hjá HB, hevur viðgingið at hópurin er smalur í løtuni og at tað er ein møguleiki at hjálparvenjarin, Kevin Schindler, verður at síggja í hópinum í framtíðini.

 ##med2##

Áka Debes Samuelsen verður mettur sum ein avbera evnaríkur fótbóltsspælari, sum seinastu tíðina hevur vant við FC Midtjylland, har hann hevði sattmála. Hann er nú aftur í HB og er júst fyltur 16 ár, sum ger at hann hevur loyvi at spæla á besta mansliðnum.