KÍ fór til hús sum av torvheiðum

1. DEILD: Við heimasigri ímóti næstbesta KÍ liðnum styrkti NSÍ um sína støðu í kappingini um at flyta upp

Steffan A. Løkin legði í 24. minutti NSÍ á odda 1-0

NSÍ hevur í kvøld í góðum líkindum í Runavík vunnið 3-1 ímóti teimu næstbestu hjá KÍ. Úrslitið ber vð sær, at NSÍ hevur 22 stig og er á uppflytingarplássi – fimm stig aftanfyri oddaliðið á Skála.

 

Tapið í Runavík í kvøld ber við sær, at teir næstbestu hjá KÍ framvegis hava 15 stig og eru á fimta plássi.

 

Hálvleiksstøðan var 1-0 til heimaliðið. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki var tað Steffan A. Løkin, sum legði NSÍ á odda. Leiðslan helt inntil miðskeiðis í seinna hálvleiki, tá ið KÍ javnaði til 1-1. Málskjútti var Jákup N. Vilhelmsen. NSÍ verjan blokeraði, tá ið hann royndi seg við skoti, men í aðru atløgu eydnaðist tað honum at fáa bóltin í málið.

 

Seks minuttir undan leikloki legði NSÍ seg aftur á sigurskós. Tað var við brortssparki, sum miðverjin Oddur Á. Højgaard umsetti til mál. So spenti KÍ álopsbogan í botn, og tað var NSÍ, sum økti um leiðsluna. 3-1 málið skoraði Jógvan Højgaard, tá ið stóripinnur var farin tvær ferðir runt, eftir at vanliga leiktíðin var farin.

 

Um eina viku verður NSÍ partur av grannauppgerð á Svangaskarði ímóti teimum næstbestu hjá B68. Sama dag fær KÍ vitjan av FC Hoyvík.

 

Steffan A. Løkin legði í 24. minutti NSÍ á odda 1-0