KÍ-kvinnur nýggjan venjara

Komandi kappingarár verður sviin, Jens Wedeborg, venjari hjá kvinnunum hjá KÍ

Komandi kappingarár verður sviin, Jens Wedeborg, venjari hjá besta kvinnuliðnum hjá KÍ, umframt at hann fram sum venjari hjá næstbesta mansliðnum. Umframt hugvísindaliga kandidatútbúgving frá Stockholm Universiteti hevur Jens hægsta fótbóltsvenjaraprógvið, nevnt UEFA-PRO. Hann hevur í ár verið fulltíðarvenjari í KÍ-Akademinum og verið ein sannur fongur fyri ungdómsarbeiðið í felagnum. Hesum kemur hann partvís eisini at halda fram við.

 

- Felagið fegnast um avtaluna við Jens Wedeborg, sum saman við fysiska venjaranum, Elisabet Vang og hjálparvenjarunum fyrst og fremst skal menna kvinnuliðið og yngru leikrarnar í felagnum. Samstundis takkar felagið fráfarandi venjaranum, Aleksandar Djordjevic, sum saman við kvinnunum hevur vunnið meistaraheitið seinastu trý árini, skrivar ki.fo.