KÍ siglir sín egna sjógv

Alt gekk eftir vild hjá Mikkjal Thomassen og hansara monnum ímóti TB

Fótbóltslagið er øgiliga gott í Klaksvík í dag. FM favorittarnir í KÍ hava í dag vunnið sera sannførandi 4-0 sigur á heimavølli ímóti TB, sum framvegis bíðar eftir at vinna ársins fyrsta sigur.

 

KÍ var væl betri mann fyri mann, og tað hekk betur saman hjá heimamonnunum, enn tað gjørdi hjá TB. Tó skal leggjast aftrat, at TB støðugt helt skipanina soleiðis at skilja, at tað var tætt millum keturnar, og spælararnir løgdu nógv fyri.

 

Men yvirvágin hjá heimaliðnum var stór, at tað hevði einki forgjørt verið í tí, um støðan var dyggari enn 2-0 leiðsla í fyrra hálvleiki.

 

Jóannes Bjartalíð setti hol longu í 8. minutti við lumpisligum langskoti, og Bob Sumareh, sum var í álopinum allan dystin á tamb, økti til 2-0, eftir at TB málverjin hevði hálvbjargað.

 

Gongdin var tann sama eftir steðgin. TB vardi og KÍ málverjin var ongantíð settur undir trýst. Jákup B. Andreasen økti til 3-0 við langskoti eftir eina av mongu hornasparkskombinatiónunum. Árni Frederiksberg átti uppleggið.

 

Síðsta KÍ málið skoraði 17 ára gamli Dávid B. Andreasen – lítlibeiggi hjá Jákupi B. Andreasen, sum er liðformaður hjá KÍ – sum varð skiftur inn í seinna hálvleiki. Hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at Dávid var á besta KÍ liðnum. Innleggið úr vinstru átti innskifti Boris Dosljak.

 

Páll A. Klettskarð var á beinkinum alla tíðina saman við eitt nú Claes Philip Kronberg, og Jesper Brinck var ikki á KÍ listanum.

 

 

 

KÍ – TB 4-0 (2-0)

 

1-0: Jóannes Bjartalíð

 

2-0: Bob Sumareh

 

3-0: Jákup B. Andreasen

 

4-0: David B. Andreasen

 

Dómari: Dagfinn Forná

 

KÍ: Mathias Brinch Rosenørn – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Lars Erik Bjørkman – Árni Frederiksberg, Deni Pavlovic, Jákup B. Andreasen, Jóannes Bjartalíð – Bob Sumareh, Jesper Van Der Heyden

 

TB: Nikola Stoisavljevic – Aron Sørensen, Simon S. Rasmussen, Ndende Adama Guéye, Jens Erik Bruhn – Eirikur Ellendersen, Mark Kongstedt, Dánjal Godtfred, John Villi Wøldike Leo – Andreas Midjord, Samudeen Musah