KÍ skal til Lettlands

Conference League: Bæði hjá NSÍ, sum skal til Finnlands, og KÍ verður fyrri dysturin verður á útivølli

Nú er tað greitt, at KÍ skal til Lettlands at spæla í nýggju europeisku kappingini, Conference League.

 

Mótstøðuliðið eitur RSF, og fyrri dysturin verður á útivølli.

 

Dystirnir verða spældir 8. og 15. juli. Heimadysturin hjá KÍ verður í Klaksvík.

 

NSÍ skal í somu kapping spæla á útivølli ímóti finska FC Honko. Eisini hjá NSÍ verður fyrri dysturin á útivølli. Heimadysturin hjá NSÍ verður á Svangaskarði.