KÍ vann í Gundadali

1. DEILD: Eftir tap á heimavølli er B36 ikki so langt frá niðurflytingarstrikuni

Tað endaði 2-1 til gestirnar, tá ið næstbesta liðið hjá B36 í kvøld á Tórsvølli hevði vitjan av teimum næstbestu hjá KÍ. Øll málini vóru skorað uppá eitt korter miðskeiðis í fyrra hálvleiki.

 

Carl Mikkelsen legði heimaliðið framum 1-0. Tað var í 19. minutti, og nú hevur 16 ára gamli Carl Mikkelsen skorað trý mál í næstbesta B36 liðnum.

 

Ein hálvur tími var farin, tá ið KÍ javnaði til  1-1. Málskjútti var Tóki á Lógv. Hetta var fyrsta ferðin, at 18 ára gamli Tóki á Lógv var málskjútti á næstbesta KÍ liðnum.

 

Sigursmálið varð skorað tríggjar minuttir seinni. Málskjútti var liðformaðurin Kristoffur Jakobsen, sum nú hevur skorað fýra mál í ár.

 

Sigurin ber við sær, at KÍ við 22 stigum er á sætta plássi. B36 er á áttanda plássi við 10 stigum. Tað eru tvey stig aftur til NSÍ, sum er næstaftast.

 

KÍ fer týskvøldið at spæla á útivølli ímóti B71, og B36 fer fríggjadagin um eina viku at spæla á útivølli ímóti 07 Vestur.