Kia er mest seldi bilur í Føroyum

Higartil í ár er Kia best umtókti bilur, men seinasta mánaðin hevur VW hendan heiður.

Kia liggur klárt á odda sum mest seldi bilur í Føroyum í ár. Seldir eru ikki færri enn140 nýggir Kia bilar. Næstur á listanum er Volkswagen við 117 bilum. Síðani koma Toyota og Ford á einum deildum triðjaplássi við 114 bilum.

 

Seinasta mánaðin er VW mest seldi bilur. Seldir eru 33 nýggir VW bilar. Á øðrum plássi kemur Hyudai við 31 og síðani Kia við 28.

 

Talvan niðanfyri vísir 10 tey mest seldu akførini í mai mánaði:

Bilmerki: 

VOLKSWAGEN: 33 

HYUNDAI: 31 

KIA: 28 

TOYOTA: 27 

VOLVO: 16 

BRENDERUP: 15 

SUZUKI: 15 

FORD: 11 

AUDI: 10 

MERCEDES-BENZ: 10 

    

Talvan niðanfyri vísir 10 tey mest seldu akførini í Føroyum ársins fyrstu fimm mánaðir:

Bilmerki

KIA: 140 

VOLKSWAGEN: 117 

FORD: 114 

TOYOTA: 114 

HYUNDAI: 102 

VOLVO: 87 

RENAULT: 66 

MERCEDES-BENZ: 58 

CITROEN: 47 

SUZUKI: 45