Vinjard Johansen, sølustjóri hjá Bilrøkt við einum Kia Niro elbili

Kia mest seldi bilur í ár

Av teimum 2.245 nýggju akførunum, sum eru seld higartil í ár, vóru 242 av slagnum Kia, sum er mest seldi bilur í ár.

Vinjard Johansen, sølustjóri hjá Bilrøkt við einum Kia Niro elbili

Hóast Kia ikki hevur ligið á odda í sølutølunum í september og í oktober, tá ávikavist Toyota og Ford hava ligið frammanfyri, so eru seldir so nógvir Kia fyrr í ár, at hann varðveitir oddasessin, nú 10 mánaðir eru farnir av árinum.

 

Í hølunum á Kia er Toyota, sum uttan iva er tað bilmerki, sum oftast hevur ligið best í sølutølunum.

 

Á triðja plássi Volkswagen, sum hevur selt 201 bil higartil í ár.

 

Listin við 10 teimum mest seldu akførunum, er her:

 

  1. Kia: 242
  2. Toyota: 236
  3. Volkswagen: 201
  4. Ford: 190
  5. Hyundai: 174
  6. Volvo: 157
  7. Mercedes-Benz: 112
  8. Renault: 103
  9. Brenderup: 101
  10. Suzuki: 86

Vinjard Johansen, sølustjóri hjá Bilrøkt við einum Kia Niro elbili