THW Kiel tapti grannauppgerðina í allarseinasta sekundi

Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel vóru í kvøld fyri fyrsta tapinum í bundesliguni hetta kappingarárið

Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel spældu í kvøld grannauppgerð á útivølli móti Flensburg Handewitt í bundesliguni.

 

Tá 64 sekund vóru eftir av dystinum var THW Kiel á odda, men seinastu løtuna var heimaliðið omaná. Tað sveið hjá Eliasi og liðfeløgunum, at danski Emil Jakobsen skoraði sigursmálið til 28-27 í allarseinasta sekundi.

 

Kiel var á odda 17-14 í steðginum, og var á odda 27-24 tá smáir fimm minuttir vóru eftir av dystinum.

 

Elias skoraði fýra mál og legði upp til eitt mál hjá Kiel.

 

Havnarmaðurin á danska landsliðnum, Jóhan á Plógv Hansen skoraði seks mál fyri heimaliðið.

 

Kiel er triðfremst í bundesliguni við seks stigum fyri fýra dystir.

 

Komandi sunnudag hevur Kiel heimadyst móti Melsungen.