Kina og Filipinurnar í hornatøkum um sama sjóøki

Londini skuldseta hvørt annað og siga, at virksemið hjá hvørjum øðrum í økinum er ólógligt.

Á myndini oman fyri er tað eitt kinesiskt sjóverjuskip, sum siglir á eitt sivilt filipinskt skip sunnudagin, og tað er sjóverjan á Filipinunum, sum eigur myndina.

 

Filipinski verjuleiðarin, generalurin, Romeo S. Brawner, sigur, at landsins hernaðarleiðsla nú hevur slitið sambandið við Kina.

 

- Samskiftið við Kina gongur nú um uttanríkisráðið, sigur hann sambært Reuters.

 

Stríð er millum Kina og Filipinurnar um ræðið yvir pørtum av Suðurkinesiska Havinum, og seinnu árini hava verið størri og smærri samanbrestir millum skip hjá londunum báðum.

 

Sunnudagin rendi eitt kinesiskt sjóverjuskip á eitt sivilt filipinskt skip á hesum leiðum. Kinesarar kringsettu filipinska skipið og skutu við vatnkanónum.

 

Sambært myndugleikunum á Filipinunum lupu kinesarar framav og brúktu 40 skip, harímillum trý sjóverjuskip, í átakinum.

 

Úr Kina verður sagt, at filipinska skipið lurtaði ikki eftir fleiri ávaringum og bevist kom nærri og rendi á kinesiska sjóverjuskipið.

 

Londini bæði skuldseta hvørt annað og siga, at virksemið hjá mótpartinum í økinum er ólógligt.

 

Men, tað er ikki bara Kina og Filipinurnar, sum halda seg hava rættin til økið.

 

Sambært Reuters halda eitt nú Vietnam, Taiwan og Malaysia seg eisini eiga rættindi í umrødda øki.