Kirkjan á Sandi 175 ár

Í samband við at kirkan í Sandi júst er farin um tey 175 árini, verður hátíðarhald á Sandi sunnudagin.

Í samband við at kirkan í Sandi júst er farin um tey 175 árini, verður hátíðarhald á Sandi sunnudagin. Í kirkjuni verður ein heilt serlig gudstænasta, og eisini verður bæði bispur og dómspróvsturin til staðar.

 

Eftir sjálva gudstænastuna verður bjóðað til suppu, køkur, kaffi og te í ungmannafelagshúsinum Virkinum, og her eru øll hjartaliga vælkomin.

 

Tað verður Jákup Reinert Hansen, prestur, sum fer at prædika. Hann hevur verið prestur í Sandoyar prestagjaldi í meira enn tríati ár.

 

Eftir at hava verið prestur í Sandoyar prestagjaldi so mong ár, er Jákup Reinert Hansan farin í annað starv, og í hesum sambandi hevur kirkjuráðið í Sandoyar prestagjaldi avgjørt at innstillað Havstein Klein at røkja prestaembæti.

 

Nýggi presturin verður settur í starvi 2. sunnudag í advent, og tað verður Bjørn Kalsøe, mentamálaráðharri, ið fer at seta nýggja prestin í starvi.

 

Meira kann lesast um Sandoyar kirkju og søgu hennara, í vikuskiftisblaðnum hjá Sosialinum.