Tað er tvístøða komin í viðvíkjandi teimum kirkjulógunum, sum settar eru í gildi í Føroyum. Tær kunnu ikki brúkast, sum tær eru settar í gildi, tí tær kunngerðir og tey rundskriv, sum skulu fylla rammurnar út, eru ikki gjørd, sigur formaðurin í Prestafelagnum í Føroyum, Jákup Reinert Hansen, sandoyarprestur.
Prestafelagið hevði aðalfund fyrr í vikuni. Nevndin í felagnum var afturvald á aðalfundinum. Í nevndini sita Jákup Reinert Hansen, prestur í Sandoyar prestagjaldi, sum er formaður. Sonja Klein, prestur í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi, er nevndarlimur. Uni Næs, prestur í Fuglafjarðar prestagjaldi frá 1. apríl, er álitismaður. Og Bergur Debes Joensen, prestur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi, er tiltakslimur.
Jákup Reinert Hansen, formaður í Prestafelagnum í Føroyum, sigur, at føroyska felagið í grundini bara er ein deild í danska prestafelagnum. Soleiðis velja føroysku prestarnir umboð at fara á aðalfund í danska prestafelagnum, sum verður í mai mánaða. Tað plagar at vera formaðurin, sigur Jákup Reinert Hansen.
Á hesum aðalfundinum verða vanlig fakfelagsmál viðgjørd. Eitt nú lønarspurningar, sigur Jákup Reinert Hansen. Fólk halda kanska, at prestar bara viðgera andalig mál. Men sum rímuligt er, skal løn til eisini hjá presti.
Tað er soleiðis, sigur Jákup Reinert Hansen, at staturin vil hava lønina býtta sundur soleiðis, at ein partur verður føst løn, meðan ískoyti av ymsum slagi so verða latin. Til dømis nevnir hann bústaðarískoyti, sum verður latið fyri at fáa prestar at búgva á støðum, har annars ringt tykist at vera at fáa teir at støðast. Eitt sonevnt »belastnings« ískoyti er eisini upp á tal. Tað skal latast prestum, sum hava nógv at gera. Eitt nóg stórt prestagjald ella tílíkt. Og soleiðis eru tey fleiri, sigur sandsprestur.
Men prestunum dámar ikki hesi ískoytini. Teir halda, at grundlønin skal vera so høg sum møguligt, so tað slepst undan at býta prestarnar upp í bólkar, har tað kanska endar við, at teir verða løntir eftir úrsliti á forrætningshátt. Og tað kann ikki vera meiningin, heldur sandsprestur.
Tað eru 28 limir í Prestafelagnum í Føroyum. Av hesum eru onkrir, sum eru útbúnir teologar, men ikki arbeiða sum prestar.
Tað eru í løtuni 21 pestastørv í Føroyum, sigur Jákup Reinart Hansen. Eitt hálvt starv er á veg við Havnar Kirkju, so tá verða 22 prestar í starvi.
Í løtuni verður søkt eftir prestum á Glyvrum og í Vestmanna, og væntandi verður eitt starv leyst í Vági eisini. So er tað tað, sigur sandsprestur, hvør søkir hesi størvini. Verða tað prestar, sum eru í øðrum starvi í Føroyum í løtuni, verður aftur eitt hol har.
Annars er tað soleiðis, at um kirkjuráðini halda, at ov fáar umsóknir eru, kann starvið lýsast av nýggjum. Men er ein meirilutainnstilling gjørd, hevur Kirkjumálaráðið skyldu at fylgja henni.
Prestagarðarnir
Í Danmark er tað soleiðis, at kirkjuráðini eiga prestagarðarnar og kunnu so gera við teir, sum tey halda vera fyri neyðini. Í Føroyum eru prestagarðarnir statsogn. Tað merkir millum annað í praksis, at so at siga alt, sum inni stendur, er pivatogn hjá presti. Til dømis skrivstovuútgerðin, hann nýtir í sínum arbeiði.
Tað munnu vera fáar almennar skrivstovur í dag, har starvsfólkið sjálvt leggur innbúgv og maskinur til, sigur sandoyarprestur, Jákup Reinert Hansen, formaður í Prestafelagnum í Føroyum.
Men í hansara egna føri er tað soleiðis, at staturin eigur eina brandboks at goyma kikjubøkurnar í og eina kopimaskinu. Alt annað á skrivstovuni eigur hann sjálvur. Teldur og aðrar hentleikar, sum prestarnir brúka til arbeiðis, eiga teir privat. Við onkrum heilt einstøkum undantaki, sigur Jákup Reinert Hansen.
Tað hevur ikki verið heimild í kirkjulógunum, sum galdandi hava verið í Føroyum, at kirkjuráðini hava havt loyvi til at brúkt pengar upp á prestagarðarnar. Men tað er tað nú, nýggju lógirnar eru settar í gildi. Tó mangla enn tær kunngerðirnar og tey rundskrivini, sum skulu geva kroppinum lív. Tað vil siga, fáa lógirnar at virka.
Arbeitt verður í løtuni við at yvirtaka fólkakirkjuna, sigur Jákup Reinert Hansen. Ein nevnd er sett at arbeiða við hesum málinum, og nevndarformaðurin væntar at nevndin hevur eitthvørt úrslit longu í summar.
Kunnað varð um hetta málið á aðalfundinum hjá Prestafelagnum í Føroyum.
Tilbúgvingarætlanir
Eitt annað øki, prestarnir eru við í, eru tær tilbúgvingarætlanir, sum skipaðar verða kring landið.
Fyrr var tað so, sigur Jákup Reinert Hansen, at ein ætlan var fyri alt landið. Men nú eru tær skipaðar lokalt, sigur sandoyarprestur.
Sjálvur hevur hann verið við á onkrum fundi, sum sýslumaðurin hevur skipað fyri. Og hann metir, at tað er neyðugt, at millum annað prestur er við í eini slíkari tænastu, tá kreppustøður stinga seg upp.
Tað eru nógv fólk, bæði offur, avvarðandi og ikki minst bjargingarfólk, sum hava brúk fyi kreppuhjálp, tá okkurt ógvusligt hendir, sigur Jákup Reinert Hansen, prestur.
Sálarfrøðingar og onnur geva góða hjálp. Men ofta vilja fólk eisini koma inn á tað andaliga í slíkum førum. Og har er prestur upplagdur at hjálpa.
Tað er ikki tí. Í føroyinginum liggur, at tað verður ikki tosað so nógv um slík ting. Hetta er nakað, ein heldur inni við seg sjálvan. Men tað er skeivt, sigur sandoyarprestur. Tí tað kann skaða sálina almikið, at ein bara tekur inn í seg sjálvan. Tað er harðliga brúk fyri at lasta av eisini.
Jákup Reinert Hansen sigur, at prestarnir fáa útbúgving til slíkar umstøður á pastoralseminarinum í samband við teologútbúgvingina. Eisini hava føroysku prestarnir seinnu árini havt fleiri skeið, har teir hava viðgjørt hesi evni. Tað er danski presturin og psykoterapeuturin, Bent Falk, sum hevur hildið hesi skeiðini, sigur Jákup Reinert Hansen, formaður í føroyska Prestafelagnum.