- Tilmælini siga, at í mesta lagi 100 fólk kunnu savnast. Hetta gevur møguleikar at hava kirkjurnar opnar, men her hevur leiðslan gjørt av at taka eyka atlit, sigur løgmaður. Mynd: Álvur Haraldsen.

Kirkjuleiðslan valdi sjálv at steingja kirkjurnar

- Eg vil rósa leiðsluni í kirkjuni fyri, at tey alla tíðina hava tikið serlig atlit. Men, avgerðina um at steingja kirkjuna í hesum umfari hevur leiðslan í kirkjuni tikið sjálv, sigur løgmaður, Bárður á Steig Nielsen.

 

- Tilmælini siga, at í mesta lagi 100 fólk kunnu savnast. Hetta gevur møguleikar at hava kirkjurnar opnar, men her hevur leiðslan gjørt av at taka eyka atlit, sigur løgmaður. Mynd: Álvur Haraldsen.

##med2##

 

 

 

- Sjálvandi harmist eg um, at koronu-tilmælini fyri onkrum tykjast ógreið, tí tilmælini eru eftir mínum tykki púra greið.

Tað segði løgmaður, Bárður á Steig Nielsen, við Árna Gregersen á FM1 á miðdegi í dag.

- Vit komu út 9. desember við víðkaðum tilmælum, og hesi eru ein skerping av gula stiganum í sonevndu ferðsluljós-skipanini. Her hava vit verið heilt síðan. Nú mánadagin avtóku vit so aftur koronu-passið. Tá endurtók eg eisini, at markið fyri at samlast er 100 fólk.

Løgmaður vísir á, at ráðgevingin ongantíð í hesum umfari hevur sagt, at kirkjurnar skulu steingja.

- Men, eg fari at rósa leiðsluni í kirkjuni - her ímillum bispi, dómpróvsti og kirkjuliðnum - fyri, at tey alla tíðina í hesi tilgongdini hava tikið serlig atlit. Men, avgerðina um at steingja kirkjuna í hesum umfari hevur leiðslan í kirkjuni tikið sjálv.

Løgmaður ásannar, at landsins myndugleikar sjálvandi hava eina ábyrgd at vera greið í sínum útmeldingum.

- Eg haldi eisini, at vit hava verið greið, men tá onkur misskilir okkara útmeldingar, so hava vit helst ikki gjørt arbeiðið hjá okkum nóg gott. 

Bárður á Steig Nielsen heldur tó fast um, at tilmælini eftir hansara tykki eru sera greið - og ikki serliga avmarkandi. 

- Tilmælini siga, at í mesta lagi 100 fólk kunnu savnast. Hetta gevur so eisini møguleikar fyri at hava kirkjurnar opnar, men her hevur so leiðslan gjørt av at taka eyka atlit. 

 

Løgmaður heldur soleiðis, at tiltøkini, sum eru galdandi, eru sera avmarkað - eisini í mun tiltøk, sum eru galdandi í øðrum londum.

Men, kunnu vit so rokna við, at nýggj tilmæli fara at koma longu í næstu viku?

- Vit hava heitt á tey í farsóttarnevndini um at viðgera eina exit-strategi fyri koronu-avmarkingunum, men tá metti farsóttarnevndin ikki, at tíðin var komin til tað enn. Men, eg vóni, at tíðin nú nærkast, og at farsóttarnevndin skjótt heldur, at tíðin er búgvin til at seta eina dagfesting á, nær allar avmarkingar eru burtur.

Bárður á Steig Nielsen heldur fyri, at kanska er tíðin til tess ikki heilt búgvin enn. 

- Men, í mínari verð er eingin ivi um, at vit - út frá teimum tølum vit síggja við eitt nú innleggingum, bæði her og í útheiminum - skjótt kunnu fáa ein vanligan gerandisdag aftur, segði løgmaður við FM1 á miðdegi í dag.

 

Samrøðan við løgmann kann hoyrast við at trýsta á pílin undir myndini.

 

 

 

- Tilmælini siga, at í mesta lagi 100 fólk kunnu savnast. Hetta gevur møguleikar at hava kirkjurnar opnar, men her hevur leiðslan gjørt av at taka eyka atlit, sigur løgmaður. Mynd: Álvur Haraldsen.