Kjarnorkuvanlukka lúrir í Ukraina

Avbrotið í streymveitingini á kjarnorkuverkinum í morgun er hitt sjeynda, har neyðugt hevur verið at kølt niður kjarnorkureaktorarnar við diesel-aggregati.

Í morgun vórðu reaktorarnir á kjarnorkuverkinum, Zaporizjzja í Ukraina, sum er størsta kjarnorkuverk í Evropa, settir til diesel-aggregat og koplarðir úr elveitingini uttanífrá.

 

Soleiðis fór niðurkølingin av reaktorunum á verkinum fram við internum streymi í nakrar tímar.

 

Gongdin í krígnum er órógvandi, og tað er kríggi nærindis verkinum.

 

- Altjóða kjarnorkustovnurin (IAEA) hevur sett í verk eina røð av tiltøkum fyri at tryggja raksturin av verkinum, men allar reglur eru brotnar.

 

Tað sigur deildarleiðarin í DSA, sum er stovnurin fyri stáluvernd og kjarnorkutryggleika, Ingar Amundsen. 

 

Vánaligu umstøðurnar á verkinum, sum hevur verið hertikið av russum í nógvar mánaðir, ganga út yvir viðlíkahaldsarbeiðið.

 

- Kjarnorkustovnurin IAEA hevur fólk á verkinum, og høvuðsuppgávan hjá teimum er at seta í verk tiltøk, um nakað hendir verkinum, sigur Ingar Amundsen í DSA.

 

Tíðindastovan Reuteres visti seinni í morgun at siga, at nú er kjarnorkuverkið aftur á el-netinum.

 

Avbrotið frá streymveitingini hesaferð er hitt sjeyndu, har neyðugt hevur verið at køla niður kjarnorkureaktorarnar við diesel-aggregati.