Kjartan og Önnered bjargaðu sær fyribils við útisigri

Støðan í uppgerðunum millum Önnered og Skånela i dystunum um upp- og niðurflyting er nú 2-2

Kjartan Johansen og liðfelagarnir í Önnered høvdu ryggin móti múrinum tá teir skuldu spæla 4. Play Off dystin um upp- og niðurflyting móti Skånela á útivølli í kvøld. Skånela var á odda 2-1 í uppgerðinum, og vann Skånela dystin í kvøld hevði Önnered flutt niður í næstbestu deildina.

 

Men Önnered fær ein fimta og avgerandi dyst á heimavølli komandi leygarkvøld klokkan 18, tí Kjartan og liðfelagarnir vunnu ein framúr góðan 27-20 sigur á Skånela. Serliga í fyrra hálvleiki lá framúr væl fyri hjá Önnered, ið var á odda heili 14-6 í steðginum.

 

Kjartan Johansen skoraði trý mál fyri Önnered í kvøld.