Kjartan skoraði trý mál í greiðum tapi hjá Önnered

Önnered hevur tapt seks dystir á rað nú

Tað er ein ávísur munur millum fremstu liðini og tey aftastu liðini í bestu svensku hondbóltsdeildini.

 

Hesin munurin kom til sjóndar tá Kjartan Johansen og liðfelagarnir í Önnered vitjaðu Skövde í kvøld.

 

Skövde vann dystin greitt 33-23. Í steðginum var heimaliðið á odda 16-10. Skövde er við sigrinum bert eitt stig frá oddaliðunum, Sävehof hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu og Ystad, ið hava 15 stig.

 

Önnered liggur aftast í deildini við bert fýra stigum. Önnered hevur nú tapt seks dystir á rað.

 

Tað gekk á einari leið hjá Kjartani Johansen í kvøld. Hann skoraði trý mál umframt, at hann vann Önnered okkurt brotskast og legði upp til mál eisini. Kjartan fekk eisini eina tveir minuttirs útvísing undir dystinum.

 

24. november spælir Önnered á heimavølli móti Hammarby, ið higartil hevur vunnið fimm dystir og hevur tapt fimm dystir. 

 

Støðan: 

 

Nr Lið:DystirVJT
1 IK Sävehof10712300 - 26715 stig+33 (málmunur)
2 Ystads IF HF10712295 - 26215+33
3 IFK Kristianstad9621263 - 22414+39
4 IFK Skövde HK9702275 - 24214+33
5 Alingsås HK10613288 - 27213+16
6 HK Malmö10523285 - 28012+5
7 Hammarby IF HF10505300 - 29110+9
8 Eskilstuna Guif IF10505267 - 28410-17
9 HK Aranäs10415259 - 2879-28
10 IFK Ystad HK10244268 - 2828-14
11 IF Hallby HK10307270 - 2946-24
12 Redbergslids IK10208277 - 2994-22
13 Lugi HF10208260 - 2824-22
14 Önnereds HK10208268 - 3094 stig-41