Kjósa besta føroyska landsliðsleikaran

Fjepparafelagið Skansin skipar fyri atkvøðugreiðslu, har ætlanin er at kjósa besta føroyska landsliðsleikaran seinastu 25 árini.

Hvør hevur verið best hesi 25 árini?

 

Tann spurningin setir fjepparafelagið Skansin okkum í dag, á 25 ára degnum fyri sigurin í Landskrona.

 

 

Føroyar hava spælt nógvar dystir síðani 1-0 sigurin á Eysturríki og nógvir spælarar hava mannað liðið síðani. Spurningurin er tó, hvør hevur verið best?

- Sjálvandi standa nakrar løtur klárari í huganum enn aðrar, eitt nú tá Hans Fróði Hansen skallaði bóltin í kassan til 1-1 ímóti Skotlandi. Ella tá Øssur Hansen við einum framúr skotið javnaði til 2-2 í evstu løtu ímóti Slovenia. Aðrar ferðir hevur tað verið "stong" út hjá okkum, sum tá Hjalgrím Eltør einsamallur ímóti Oliver Kahn rakti stongina. Eisini vóru vit einans ein bøk á Svangarskarði frá, at John Petersen skoraði hattrick ímóti skotum, skrivar fjepparafelagið.

 

 

Fótbóltsfjepparar munnu uttan iva hava sínar yndisleikarar á landsliðnum. Úr rúgvuni kunnu nevnast, umframt teir 11 sum framdu bragdið í Landskrona, Jákup Mikkelsen, ið hegnisliga lyfti arvin eftir Jens Martin Knudsen. Óli Johannesen var álitið í miðverjuni í mong ár. Inji Højsted, Jákup á Borg ella Jan Allan Müller, kanska? Ella hava Gunnar Nielsen ella Brandur H. Olsen longu vunnið sær pláss millum teir allar bestu? 

 

 

Vinnarin verður funnin á tann hátt, at fyrst er møguleiki at atkvøða millum allar teir, ið hava verið á landsliðnum. Tað verður gjørt her.

 

 

Síðani verður atkvøtt millum 10 teir fremstu, har góðir vinningar eisini vera latnir til øll, ið atkvøða. Vinnarin verður kunngjørdur til seinasta landsdystin í 2015, tá Rumenia kemur á vitjan 11. oktober 2015.

 

 

Møguleiki er at lesa meira um leikararnar á heimasíðuni hjá FSF.