Sjálvt Føroyar eru størri partur av kongaríkinum enn Danmark – fyri ikki at tala um Grønland.
Men ein av truplu spurningunum leygarkvøldið snúði seg kortini um ein av hinum partunum í kongaríkinum:
»Hvilket europæisk land regeres af en forhenværende landsholdsmålmand...?«
Hesin var so trupult at svara, at tann næstklókasti í Danmark ikki megnaði at svara. Men hann vildi fegin vita, hvat land talan var um.
– Det er Færøerne, og hann hedder Kaj Leo Johannesen, svaraði vertur.