Klæmint Matras í FSF Varpinum

Løgið nokk, so væntar hann at B36 vinnur, men at HB tapur

Fyrrverandi liðskiparin og stríðsmaðurin á miðvøllinum hjá B36, Klæmint Matras, er gestur í FSF Varpinum hesaferð.

 

Fyri at síggja FSF Varpið - trýst á pílin á myndini

 

Mr. B36 verður hann kallaður av nógvum, og hann var sum fáur stríðsmaðurin á miðvøllinum hjá árstalsfelagnum í nógv ár. Í 2014 takkaði hann fyri seg, og hevur síðani fylgt gongdini frá síðulinjuni.

 

Tað eydnaðist Klæminti Matras at vinna fýra meistaraheitir fyri B36, og spæla tveir landsdystir fyri Føroyar, áðrenn hann gavst við fótbóltinum fyri trimum árum síðina. Hoyr stríðsmannin seta orð á sína yrkisleið og hvat hann ger í dag.

 

6. umfar í Effo-deildini:

Leygardagin:

B36-ÍF (15.00)

 

Sunnudagin:

TB/FCS/Royn-NSÍ (14.30)

HB-Víkingur (15.00) Beinleiðis á Rás2

KÍ-EB/Streymur (15.00)

07 Vestur-Skála (15.00)