Klaga meirilutan í Tórshavnar býráð fyri lógarbrot

Meilutin er klagaður fyri kommunala eftirlitinum hjá landsstýrinum fyri lógarbrot

Minnilutin í Tórshavnar Býráði, sum eru umboðini fyri Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin, fara nú at klaga meirilutan fyri kommunala eftirlitinum.

 

Og tað ger minnilutin tí at tey halda, at meirilutin hevur brotið lógina.

 

Meirilutin í Tórshavnar Býráð hevur nevniliga samtykt at serlja nýggju grundstykkini í Kollafirði fyri undirprís, ella fyri minni enn tey kosta at gera.

 

Grundstykkini í Kolalfirði verða seld fyri 470 krónur fermeturin, og tað er rættiliga væl minni enn hvat grundstykki í Havn, á Argjum, ella í Hoyvík, verða seld fyri, kanska ikki meiri enn gott og væl hálvur prísur.

 

Men meirilutin sigur at tað er fyri yvirhøvur at sleppa av við tey, tí ongin fer at keypa grundstykki fyri eina hálva millión í Kollafirði.

 

Hetta halda tey í minnilutanum er ólógligt, tí tey halda, at tað er ein grundregla, at ein kommuna kann ikki gera mun á fólki, og tí kunnu nøkur ikki sleppa at keypa grundstykki fyri undirprís, samstundis sum at øll hini mugu rinda fullan prís.

 

 

 

Tað er ólógligt og tí verður klagað, staðfestir Heðin Mortensen, býráðslimur í minnilutanum.