Klaksvík í gleðisrúsi

Hóast nógvir klaksvíkingar fegnaðust um meistaraheitið, so gekk alt friðarliga fyri seg

Veitslurómurin í Klaksvík hevði ikki við sær, at fólk vóru upp at togast.

Gleðin um meistaraheitið var størri enn hugurin at brúka nevarnar, og tað hjálpti kanska eisini at tað meiri ella minni var illveður.

Løgreglan í Klaksvík sigur, at har hava tey einki hoyrt um nakað íóreglusemi av nøkrum slagi, hóast rættiliga fitt av fólki var í býnum.