Klaksvíkingur millum tey frekastu í Bergen

Hann hevur leingi verið millum fremstu norsku kurvabóltsleikararnar, men nú telist Calix Black eisini millum teir vakrastu

Kjósan

Nýggjárið er vanliga hátíðin, har kjósanir av ymsum slag skulu fáast frá hondini, og normenn eru sjálvandi einki undantak í so máta.
Einari av mongu kjósanunum, sum fara fram komandi dagarnar, stendur lokalavísin í Bergen, BA, fyri. Her hava tey sett sær fyri at finna útav, hvør ítróttaíðkari í Bergen er tann frekasti. Ella sagt við øðrum orðum »Bergens og omegns mest sexy idrettsudøver«.
Tað verða lesararnir hjá blaðnum, sum gera av, hvør fær hendan heiðurin, men fyri at avmarkað kapprenningina um heitið nakað, hevur BA longu nú gjørt av at innstilla 10 ítróttafólk, sum lesararnir so kunnu geva sína atkvøðu.
Millum fleiri kend norsk ítróttanøvn, so sum hondbóltsleikarin Mia Hundbvin, HM-vinnarin á rulluskoytum Kari Traa, skoytiprinsessuna Chona Anderl og fótbóltsleikaran Thorstein Helstad er eisini ein føroyingur at finna. Hálvi klaksvíkingurin, Calix Black Ndiyae er sambært BA nevnliga eisini at finna millum vakrastu og frekastu ítróttarfólkini í Bergen.
Enn er so ikki gjørt av, hvør av teimum tíggju kandidatunum fer avstað við sigrinum, men fyri viðkomandi man tað so verða ein heldur øðrvísi heiður enn tann, sum tey vanliga vinna í ítróttahøpi.