Klaksvík: Bíðið við at fara heimaftur

Vandin fyri fleiri skriðu- og áarlopum er ikki av enn, tí veðurforsøgnin sigur regn út á kvøldið og náttina.

– Mælt verður tí til, at fólk, sum búgva á ovasta vegi í Klaksvík, Norðoyri og Ánunum, og onnur, sum búgva ábært fyri, ikki fara aftur til hús í kvøld.

 

Tað skrivar Klaksvíkar kommuna.

Frá klokkan 17.00 verður KFUM & K nýtt sum móttøkustað til tey, sum ikki hava annað stað at fara til í løtuni.  

Um tørvur er á gisting í nátt, verða borgarar bidnir um at seta seg í samband við Miðlan, tel. 41 00 00.  

Telefonnummarið hjá Miðlan svarar alt døgnið, soleiðis, at borgarar, sum ikki sleppa frá húsum og hava tørv á hjálp frá sløkkiliðnum, kunnu boða frá.

Er tørvur kreppuhjálp, verða fólk eisini biðin um at ringja til Miðlan.

Onnur bráðfeingis boð skulu beinast til Politiið á tel. 112, skrivar Klaksvíkar kommuna.