Klaksvík: Ókeypis skoyting og heitt kakao

Hetta er liður í integratiónsarbeiðinum, har ein av uppgávunum hjá nevndini m.a. er at skapa trivnað og virka fyri, at tilflytarar verða betur integreraðir í samfelagið.

Leygardagin 28. januar frá kl. 15.00 til 17.00 bjóðar integratiónsnevndin ókeypis skoyting, heitt kakao og bollar á økinum við skoytubreytina. Hetta er liður í integratiónsarbeiðinum, har ein av uppgávunum hjá nevndini m.a. er at skapa trivnað og virka fyri, at tilflytarar verða betur integreraðir í samfelagið, skrivar klaksvik.fo.

 

Skipað varð fyri líknandi tiltakið í desember 2021, og var hetta sera væl eydnað. Karl Johansen, borgarstjóri og formaður í integratiónsnevndini, vónar eisini, at borgara fara at taka væl ímóti tiltakinum hesaferð.

 

- Øll eru hjartaliga vælkomin at heilsa uppá integratiónsnevndina, at skoyta ella at fáa sær heitt kakao. Bæði tey, sum altíð hava búð í Klaksvík, og tey, sum eru flutt til kommununa.

 

- Integratiónsnevndini, umframt at vera ráðgevandi til borgarstjóran og umsitingina, hevur eisini eitt ynski um at vera sjónligt í samfelagnum og tað er hetta eitt gott høvi til.

Tey, sum mannað nevndina, eru:

 

Karl Johansen, borgarstjóri, og Jógvani Skorheim umboðandi býráðið. Hini í nevndini eru: Marjun Lómaklett, Catherine Steinberg, Heini Z. Dahl, Daria Zellmer og Reni Heimustovu.