Klaksvíkingar fara at umrøða nýggja útspælið hjá Paul Watson

– So leingi eg eri forseti, fara vit ikki í samstarv við Paul Watson,  sigur Eirikur á Húsamørk

 

 

Hetta er heilt vist eitt mál, vit fara at umrøða. Tað sigur Eirikur á Húsamørk, forseti í Rotary klubbanum í Klaksvík. Sum vit áður hava skrivað hevur Sea Spepherd tveitt stovnaran, Paul Watson, úr høvuðsnevndini, men nú hevur hann so stovnað ein nýggjan felagsskap, The Captain Paul Watson Foundation. Endamálið hjá honum er enn tað sama og eitt høvuðsmál hjá honum er at beina fyri grindadrápi í Føroyum.

 

Les meiri her: Paul Watson tveittur úr Sea Shepherd

 

Men nú um dagarnar kunngerð Paul Watson, at hann hevur verið á vitjan hjá Rotary klubbanum í Newport Beach í Kalifornia og har eru hann, og Rotary, samd um at samstarva um at stríðast ímóti grindadrápinum í Føroyum. Í Føroyum eru tveir Rotary klubbar, ein í Klaksvík og ein í Havn. Vit hava ikki fingið fatur á umboðum fyri klubban í Havn, men í klubbanum í Klaksvík er Eirikur á Húsamørk núvaldur forseti.

 

Vit hava spurt hann, hvat hann sigur til, at Rotary fer í samstarv við ein, sum av øllum alvi mótarbeiðir okkara máta at liva upp á, og hvat hann sigur, at beinleiðis samband nú er ímillum Rotary og Paul Watson.

 

Eirikur á Húsamørk sigur, at hetta er spildurnýtt fyri hann, so beint nú hevur hann ikki tær stóru viðmerkingarnar. Men at hetta er avgjørt ein spurningur hann fer at taka upp á næsta fundi í Rotary í Klaksvík. Men í fyrstu atløgu metir hann ikki, at tað samsvarar við endamálið hjá Rotary at fara í samstarv við ein, sum mótarbeiðir okkara máta at liva upp á. Hann sigur at, sum hann skilir Rotary, er tað nettupp ein grundregla, at virða livimátar og mentan hjá fólki.

 

Hann sigur, at ímeðan hann hevur verið forseti Rotary í Klaksvík hava tey ikki fingið nakran fyrispurning um hetta, og hann leggur eisini dent á, at so leingi hann er foresti fara tey ikki undir nakað samstarv við Paul Watson.